Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Húsvinurin var pedofilur

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hann var býarmyndin í Klaksvík, sum fólk onkusvegna høvdu eina stuttliga meining um, ein festligur børsari, ein krokk-kúla í skúlagarðinum. Men í lívinum hjá Guðruni  hevði hevði hann bæði horn og hala. Hann var ein óhugnaligur pedofilur við fríplássi at misbrúka eina smágentu. Hann hevði dóm fyri pedofeli, men hann var avroknaður, so har var onki at koma eftir...

Hetta er sorgarsøgan hjá einum barni, sum varð hótt til at tiga um misbrúk av grovasta slag. Guðrun Gardar,  er fødd í 1975, og sigur sjálv, at hon livdi í einum helviti frá tí, at hon var 4-5 ára gomul, og líka til hon  fór á eftirskúla í Danmark næstan 15 ára gomul. Tað bleiv hennara vegur út, men pínan nívir enn fast.

Í mínari verð hevði Fanin navn. Hann er nú himlaður, men sjálvt um hesin sokallaði húsvinurin var gamal og virkaði fittur, hevði hann tankagangin hjá dýrunum, og hann virkaði ikki mætari í gerandisdegnum, sigur Guðrun, og pínist við tankan um, at skula minnast aftur á, hvat maðurin gjørdi við hana, 
men hon hevur lovað sær sjálvari, at hetta má hon koma í gjøgnum, skal hon koma víðari.

Oftast skilja onnur als ikki hvussu tað ber til at misbrúka børn yvir fleiri  ár, uttan at vaksin varnast, ella fáa illgrunan um, at nakað er rívandi galið áfatt, men orsøkin til, at pedofilar ikki verða avdúkaðir, er, at teir hótta børnini. Guðrun minnist, at Húsvinurin hótti hana:  Um tú nakrantíð  fortelur nøkrum um hetta, so skal eg syrgja fyri, at ongin vil trúgva tær, og at ongin nakrantíð heldur fer at elska teg...

Lesið meira: - Samrøðan við Guðrun Gardar, stóð í blaðnum, fríggjadagin 1. juli 2011, og kann keypast í nethandlinum fyri kr. 7,50 her á síðuni...