Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Húsfrúgvin í Húsavík, hvalspýggjur og einasta føroysku rósan

Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, sum mynda ávikavist Húsfrúnna í Húsavík, hvalspýggjur og einastu føroysku rósuna.

Húsfrúgvin í Húsavík

Søgnin um Húsfrúnna í Húsavík er um eina vesælagentu í Skúvoy, sum í dreymi fær kunnleika til hvar gullhornið hjá Sigmundi Brestissyni er grivið niður. Hon fær so ríka samsýning frá kongi fyri gullhornið, at hon kann keypa alla jørðina í Húsavík og aðrastaðni á Sandoy við, so hon gerst ríkasta kvinna, ið hevur livað í Føroyum. Edward Fuglø hevur teknað smáarkið við trimum frímerkjum. Virðið er 30 kr.

Hvalspýggjur

Tær líkjast rúmdarverum úr fremmandum stjørnuskipanum. Margháttligar verur, sum minna eitt sindur um ein gamaldags fallskerm, ið pumpar seg fram gjøgnum sjógvin. Føroyski kavarin Ingi Sørensen hevur á sínum kavaraferðum tikið myndir av nøkrum av hesum fornaldardjórum í føroyskum sjógvi. Avmyndaðu hvalspýggjurnar eru hesar: vanlig hvalspýggja, levsa, havsljós og Gurkuhvalspýggja. Virðini eru 8,00, 15,50, 18,50 og 26,00 kr.

Føroyska rósan

Í eini skráseting hjá Kjeld Hansen av føroyskum plantum frá 1960-61, var eingin rósa funnin, so alt bendir á, at rósan er horvin úr føroysku náttúruni hesi seinastu 50 árini. Skógrøkt Landsins tók fræ av rósuni í Haldarsvík, og er tað teimum at takka, at vit enn kunnu síggja Føroya einastu rósu. Rósan blómar ikki á hvørjum ári, so vit gleðast, hvørja ferð, vit síggja eina blómu. Myndina hevur Jens-Kjeld Jensen tikið. Virðið er 14,50 kr.

Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo