Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stigtakarin til náttúrulundina, Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fekk heiðurin av at seta grevið á gravkúnni í moldina og at byrja grevsturin av teirri fyrstu veitini til at drena økið.

Hurrá fyri náttúrulundini!

Arbeiðið við Náttúrulundini við Streymin er nú væl sjónligari fyri øll tey, ið hava áhuga fyri fólksligu verkætlanini í Sundalagnum

Gott lag á teimum 120 fólkunum, sum vóru við til at hátíðarhalda, at fyrstu trøini í Náttúrulundini við Streymin, nú eru gróðursett, og arbeiðið so smátt kann byrja.

Leygardagin 28. februar 2015 vórðu tey fyrstu fimm trøðini av tilsamans 70.000 sett niður í Náttúrulundina við Streymin, og hetta var stór hending, ikki minst fyri limirnar í áhugafelagnum, sum hevur ábyrgd av og stjórnar lundini. 

Stigtakari gróðursetti fyrsta træið
Gróðursetingin var skipað sum eitt hátíðarhald norðan fyri brúnna við Streymin, streymoyarmegin. Har veitraði Merkið, og har høvdu fyrireikararnir saman við Sunda kommunu skipað fyri.

Stigtakarin til náttúrulundina og formaður í áhugafelagnum, Edmund Joensen, fólkatingsmaður, gróðursetti fyrsta træið, og saman við formanninum í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, Thordis Dahl Hansen, gróðursetti fólkatingsmaðurin eisini annað træið, meðan tilsamans uml. 120 fólk vóru hjástødd.

Veðrið var hampiligt, men eitt grovt heglingsæl fór framvið, júst sum fyrstu trøini fóru í moldina. Tað forðaði tó ikki mannfjøldini í at rópa eitt trýfalt hurrá fyri lund og trøum.

Fólkatingsmaðurin fekk eisini heiðurin av seta grevið á gravkúnni í moldina og at byrja grevsturin av teirri fyrstu veitini til at drena økið. 

Trøum dámar væl selskap
Í stuttari røðu vísti Edmund Joensen, nevndarformaður og fólkatingsmaður, m.a. til eitt sitat, ið ljóðaði nakað soleiðis: ”Trø eru sum menniskju. Teimum dámar væl selskap, og bert nøkur fá elska at standa einsamøll”. 

- Soleiðis verður eisini við hesum trøunum, sum vit gróðurseta nú. Okkara lyfti er, at tey skulu ikki standa einsamøll í Náttúrulundini við Streymin, segði Edmund Joensen, sum eisini gav áhoyrarum sítt boð uppá, hví tað er neyðugt við einari náttúrulund.

- Okkara land skal vera upplivingarríkt og helst eisini eitt sindur stuttligt at liva í. Okkara fólk, familjurnar og børnini, tú og eg, skulu trívast her í Føroyum. Trivnaður hevur alt at týða. Hann skapar vøkstur á so mangan hátt. Og trivnaður dregur fólk til sín.

Thordis Dahl Hansen, trivnaðarnevndarformaður, heitti í sínari røðu á øll um at vera góð við náttúrulundina, og hon segði eisini, at kommunan er glað fyri og spent uppá verkætlanina.

Tey fimm gróðursettu trøini eru øll ymisk og stava ymsastaðni frá í heiminum. Felags fyri tey øll er, at tey trívast væl í føroyska veðurlagnum. Tróndur Leivsson, landsskógarvørur og nevndarlimur í áhugafelagnum, hevur kosið trøini.

Danski vælgerandi grunnurin, Aage V. Jensen Charity Foundation, hevur játtað tilsamans 10 mió. kr. til verkætlanina.

Fleiri myndir frá hátíðarhaldinum eru á: www.facebook.com/streymlund.