Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hungursmark, røktarkrevjandi, pensjonistar og tey vælbjargaðu

Meðan tey vælbjargaðu fingu fleiri 10-tals mill. kr. í skattalætta, og meðan aðrar 10-tals mill.kr.- sum áttu at ligið í landskassanum - standa úti, so liva umleið 1500 av okkara landsmonnum á hungurs- ella fátækramarkinum. Hví kunnu okkara politikarar ikki geva hesum – í allar mátar – trongstøddu eina hond sum munar. Tí ráðini hava víst seg at verið har, tað kann eingin burturforklára. 18 mill. um árið hevði kunnað givið hvørjum einstøkum av okkara hungursraktu systkjum kr. 1000 um mðr., og tað hevði munað væl, sjálvt um tað ikki hevði loyst allar trupulleikar.

Hetta eru bert fár kr. av samlaða skattalættanum, og hevði tí als ongan skaða gjørt hjá teimum ríku.

Tað eru sjálvandi teir breiðastu herarnir, ið eiga at bera tær tyngstu byrðarnar og ikki umvent sum nú.

Tey gomlu hava bygt landið og fostrað teir upp, ið nú ráða fyri borgum, men hvat hendir ? Takkalønin eru sparingar í røktini hja pápum og mammum og kanska abbum og ommum, ið ongantíð hava spart seg sjálv, tá tey hava uppfostrað hesar ´garparnar´, ið sjálvir seta seg á øll virðir. Skommin er fullkomin. Her má vend koma í, kosta hvat tað kosta vil.

Skeivleikarnir í fólkapensiónini kunnu ikki rættast, sum er, eru boðini úr landsstýrinum, tí ongir pengar eru til tess, tí tey vælbjargaðu longu eru farin við meginpartinum. Hetta er afturvendandi vísan.

Hjartaleysir mammondyrkarar leggja kósina, og higartil hevur fólkið givið teimum loyvi til tess.

Hví ikki taka seg saman og taka allan stuðul frá teimum, tá valið verður?

Dagfinnur Danbjørg.