Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Símun Hammer, forseti í Kiwanis Tórshavn, handar her Kára Petersen, formanni í Trivnaðargrunninum fyri Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, peningagávu á 100.000 krónur. Gávan skal nýtast til at útvega sjúklingum og avvarðandi nýggjan buss.

Hundraðtúsund til nýggjan sjúklingabuss

Bussurin, ið er knýttur at føroyska sjuklingahotellinum í Keypmannahavn, Hotel Tórshavn, er bæði gamal og slitin. Tí kemur tað sera væl við, at Kiwanis Tórshavn í vikuni hevur latið 100.000 krónur í gávu til at útvega nýggjun buss

Tíðindaskriv frá Kiwanis Tórshavn sunndagin 29. apríl 2012

Tað var ein fegin formaður fyri nevndina í Trivnaðargrunninum hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, Kári Petersen, ið tók ímóti peningagávu á 100.000 krónr frá Kiwanis Tórshavn, sum skal nýtast til at keypa nýggjan buss, ið verður nýttur til útferðir við sjúklingum og avvarðandi.

- Vit eru ómetaliga fegin um hesa stórfingnu gávu frá Kiwanis, segði Kári Petersen, tá hann tók í móti gávuni.

Tað var Símun Hammer, forseti í Kiwanis Tórshavn, sum handaði peningagávuna í Kiwanis-húsunum í Jøkulstræti í Havn eftir limafund mikukvøldið.

Við hesum er møguleiki fyri at gera umstøðurnar hjá teimum, sum noyðast til Danmarkar í sjúkraørindurm, eitt vet betri, tá nýggjur bussur verður útvegaður til Hotel Tórshavn.

Bussurin verður nýttur til at stytta um stundir og geva bæði sjúklingum og avvarðandi nakrar upplivingar í tí oftani longu viðgerðar- og bíðitíðini, sum stendst av sjúkrauppihaldinum í Danmark.. Bussferðirnar verða gjørdar sum dagútferðir hvønn mikudag og annars eftir tørvi, tá áhugi er fyri tí. Í stóran mun eru tað sjúklingar og avvarðandi sjálvi, ið koma við hugskotum til, hvørjar útferðir tey kundu hugsa sær til kend og áhugaverd støð í Danmark.

Tað eru føroyingar, búsitandi á Keypmannahavnar-leiðini, ið sjálvboðið taka sær av busskoyringini. Busskipanin byrjaði í 2001, tá verandi bussur, sum tá var 15 ára gamal, varð keyptur. Nevndin sær tí fram til at fáa útvegað nýggjan buss til endamálið.

Kiwanis, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum í Føroyum, letur javnan gávur, ið fyrst og fremst koma frá árligu jólatræðssøluni og frá einum føroyskum báti, sum á hvørjum ári verður lutaður burtur á Ólavsøku.

Felagsskapurin hevur millum annað latið pening til spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn og Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík.

Ein annar partur av hjálpararbeiðinum hjá Kiwanis er at stuðla familjum við til dømis faðir- ella móðirleysum børnum.

Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.