Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hundrað vitjaðu sendistovuna flaggdagin

Fríggjadagin, tann 26. apríl, varð flaggdagur okkara hildin við hugnaligari móttøku á Sendistovu Føroya í Íslandi. Eitt sera væleydnað tiltak og gott lag var bæði á teimun vitjandi og á starvsfólkunum henda dag. Í alt kann sigast, at umleið 100 vitjandi vóru, har av næstan helmingurin vóru føroyingar. Væl bleiv prátað, etið og hugnað.

Sendimaðurin, Hákun Jógvanson Djurhuus, bað vælkomin og Jørgen Niclasen, fíggjamálaráðharri helt flaggdagsrøðuna. Jógvan Hansen framførdi føroysk og íslendsk løg, áðrenn boðið varð til føroyskan mat. Marentza Poulsen hevði fyrireikað matin og Føroya Bjór stuðlaði við drekkivørum.

Sendistovan var ein sera góður og hugnaligur karmur um eitt frálíkt hátíðarhald millum føroyingar og samstarvsfelagar úr øðrum londum. Nevnast kann, at sendiharrar fyri Bretland, USA, Kanada, Russland, Týskland, Noreg, Svøríki, Pólland og Danmark luttóku.

Vit vóna, at hetta tiltakið kann stimbra um føroyska felagsskapin í Íslandi, samstundis sum vón er fyri einum mennandi samstarvi millum Ísland og Føroyar.