Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HUMOR Í NORÐURLONDUM

- Norðurlendsk bókasavnsvika 2011-

Bøkur eftir Mikael Niemi (SE) og Jakob Martin Strid (DK) saman við fornnorrøna Beowulf eru samansetingin av ársins skemtingarsomu tekstum, ið verða lisnir upp til Norðurlendsku bókasavnsvikuna 2011, sum í ár hevur evnið humor. Hetta árliga norðurlendska-baltiska tiltakið hevur nú 15 ára jubileum.

Mánadagin 14. november byrjar Norðurlendska bókasavnsvikan. Í ár er evnið ‘Humor í Norðurlondum’, so tað skuldi gjarna blivið ein stuttlig vika.

Bókasavnsvikan byrjar mánamorgunin, 14. november við at yrkingarnar Pápi Ali, Á fiskavirkinum, Sjey illavorðnir jassar, Ein froskur framdi eitt bankarán og Eg eigi eitt ullint hosupar úr bókini Mustafas Kiosk - og andre rim for børn eftir danska rithøvundin Jakob Martin Strid, verða lisnar upp á skúlum og barnabókasøvnum í øllum Norðurlondum og Baltikum. Tær 5 yrkingarnar hevur Alexandur Kristiansen umsett til føroyskt, og eru tær at finna á www.flb.fo og á www.bibliotek.org

Um kvøldið kl. 20, henda sama 14. november, hevur Landsbókasavnið Skýmingaløtu, eitt tiltak har Hans Tórgarð fer at lesa upp úr bókini Popptónleikur úr Vittula eftir Mikael Niemi. Eisini fer Dorthe Pedersen, lærari í heimspeki og donskum at hava framløgu um humor í heimspekiligum høpi, og kvøldið endar við at Lív Næs spælir nøkur løg. Kaffi og smákøkur omaná.

Upplestrartiltakið, Skýmingarløtan, verður fyriskipað av Föreningen Norden og er størsta tiltak av sínum slag í Norðurlondum og eitt av størstu upplestrartiltøkum í heiminum yvirhøvur. Hvørt ár luttaka gott og væl 2000 stovnar í átta londum í Norðurlondum og Baltikum.

Evnið ‘Humor í Norðurlondum’ setur fokus bæði á vaksnamannahumor, rím fyri børnum og á fornnorðurlendsk ørindi. Gamla Beouwulf-kvæðið inniheldur skemtingarsom hugløg og humoristiskar hendingar sum hava sum mótsetning tornedalsku skrøggsøgur og sannleikar Mikael Niemis í vælkendu lýsingini av uppvøkstri í bókini Popptónleikur úr Vittula. Og hjá børnum og forvitnum vaksnum er tað myndabókin Mustafas kiosk eftir Jakob Martin Strid, sum vísir, hvussu danskur humor kann vera.** Upplestur í átta norðurlendskum londum samstundis.

Almenni upplestrardagurin er mánadagin 14. november. Fyri børnum verður lisið upp á skúlum og bókasøvnum uml. kl. 9 um morgunin. Fyri vaksin verður upplesturin á bókasøvnum, í felagshølum og í Norrønum feløgum millum kl. 18 og 20 alt eftir upplatingartíðum.

Norðurlendska bókasavnsvikan og Skýmingarløtan verða fyriskipað av Föreningarna Nordens Förbund (FNF) og Föreningen Norden við stuðli frá Nordiska Ministerrådet og Kulturrådet í Svøríki.

Annars er vikan á tremur við upplestri, orðaskifti og ymiskum herligum tiltøkum í skúlum, á bókasøvnum og ymiskum feløgum í Norðurlondum og Baltikum.

Plakatina í ár hevur norski myndprýðarin Lars Tothammer gjørt.

Á www.bibliotek.org er plakatmyndevni, hugskotslisti og meira kunning.

Samskipan: www.fnf.se

Samband: Carl Liungman

T-post: carl@norden.se

Tel: +45 40 23 86 80

Samskipan: www.fnf.se