Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Jógvan á Høvdanum

Hugvekjandi, og undirhaldandi vrøvl á palli

Tá ið Atlantsflog bjóðaði til tíðindafund í Havn, um mat og flúgvarasjussar, valdi eg, næstan, sum eg plagi, at takka nei til slíkar innbjóðingar, men tá Rudolf Joensen, sendi mær eina innbjóðing, at uppliva leikin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, “Guitaristarnir”, takkaði eg fyri.  

Dan Klein, ummælir:

Sá Sjónleikin í gjárkvøldið, meðan onnur fingu lygnina um Gablarnar í SvF, sum eg longu sá í DR mikukvøldið. Og nú kann eg ikki halda mær. Ein av lygnunum var, at tað var ov dýrt hjá dønum at reka Føroyar, tí tað gav so lítið av sær, tó at sannleikin er tann beint øvugti, nevniliga, at Gabel vildi hava Føroyar í len, júst tí tað var ein góð forrætning, at húðfletta føroyingar.

Og so til sjónleikin...

Hetta er nakað heilt annað. Vísusangarin John Hansen er deyður og  trúfastir fjepparar skipa fyri eini minniskonsert um hann frammanfyri húsini hjá honum. 

Og her hendir eitt sindur av hvørjum: Grægaris er tann peni, klóki og vælfriseraði, sum helst vil taka avgerðirnar, skipa fyri, og hevur altíð Gretu, og Kim, í sínum parti, tá eitthvørt uppskot verður nevnt. Men tey sleppa ikki uttan um Ívald. Hann fyllir nógv, er krevjandi, vil hava atkvøðugreiðslu um allar avgerðir, tapir, og slúkar kamelar, men hann koppar bara einaferð, men reisist aftur.

Tey velja sangin um pengar og skuld, sum hóskaði so væl til John, og so kom lívligi sangurin um kreftina (Krabbamein), sum tók John. Skemt og álvarsemi uppá sama snór, og soleiðis valdi tey hinar sangirnar eisini, einar átta  sangir um gerandisligar sjálvfylgileigheitir.

Og so hendir ymiskt. Kim, sum heldur seg vera ein drongur, men í veruleikanum er hann ein genta, er komin á trongd, skal kukka, men tey standa jú uttanfyri hjá John, og sleppa ikki inn í húsið, og  av við førningin, og avtala tí við Kim, at hann/hon, hugsar um okkurt annað.

Meira tey venja, og Kim hugsar um øll tey, sum koma til minnisløtuna, verri verður við búkinum, men hon klárar at halda sær. 

Men í prosessuni, skal Greta prógva síni evnir at syngja, men tað vísir seg, at hon syngur falskt,  men veit ikki sjálv av hesum, tí ongin vil siga tað við hana, heldur ikki maðurin, sum trúgvur situr og bíðar í bilinum, meðan konan venur. Grægaris, Ívaldur og Kim øtast av falska sanginum hjá Gretu, og loyva henni at syngja umaftur og umaftur, men hvørjaferð sigur hon, at tað er ein av hinum, sum slær skeivt uppá streingirnar. Onki er galið við hennara sangi.

Tá venjingin dregur út, eru vinirnir hjá John blivin svong.  Bara Grækaris og Ívaldur hava matpakka við. Genturnar avtala, at keypa sær okkurt at eta, men hetta fellur ikki í góða jørð hjá Ívaldi, tí hann er bangin fyri, at hansara matpakki er ikki líka átiligur sum tann maturin, Greta og Kim keypa. Ivasamt er tó um Ívaldur hevur nakran matpakka við, tí tá øll hini eta, stendur hann fornermaður í krókinum við ongum.

Tá ið hurðin til skúrið hjá John, opnar uttan at nakar kemur inn, ella kemur út, ja, so má tað vera John, ið letur hoyra frá sær, men tá Kim følir stóra trongd at fara inn í úthúsið, vísir  Ívaldur aftur myndugleika, og krevur at atkvøðast skal um, at KIM skal vera verandi í skúrinum, men Greta fær skoytt uppí, at Kim skuldi vera í skúrinum til hann vildi útaftur.  Ívaldur fekk við hesum ískoytinum  sannførandi meiriluta fyri uppskotinum, og var pávastoltur.

Men rættiligt kaos stendst av, tá tey stilla orkestrið upp frá vinstru. Fyrst Greta, síðani Ívaldur, og so KIM, og til seinast Grækaris, men trupuleikin og hurlivasi stendst av, at Kim, sum heldur seg vera drong, blívir við, at bróta út, og stilla seg næst aftaná Gretu. Tá Kim soleiðis blívir við at flyta seg, endar tað við hurlivasa og bardaga, har Ívaldur verður sligin í gólvið av Grægaris, og missir kollin, sum sýnist at vera eins klæðiligur á høvdinum hjá Ívaldi, sum pottalokið á einari grítu.

Sum Ívaldur stendur har við naknum skalla, missir hann heilt víst nakað av sær sjálvum, virkar ikki so myndugleikasterkur, og kundi í hesi støðuni neyvan fingið meiriluta fyri einari atkvøðugreiðslu, men tá hann fær kollin uppá aftur, veksur sjálvsvirði betýðuligt.

Og hann er aftur verðsinsmaðurin, sum ikki finnur seg í leysum endum, og krevur atkvøðugreiðslu fyri at fáa slætt borð. Vit uppliva eisini, at  tá Kim endiliga  fær annað enn luft út á pallinum, og so má verjast borg, tí tað er ikki sum at siga tað, at sita og skíta í túninum hjá John. So har máttu tey øll gera nyttuna, sum verjugarður.

Tann peni, væl friseraði og fyrireikaði Grækaris, hevði ordan í sínum bláa Fjalla-revi. Tryggjaði sær, at alt, sum hann tók úr hesum ryggsekki, eisini kom niðuríaftur. Har skuldi vera ordan í, bara hann slapp at avgera hvat skuldi henda, og tað slapp hann eisini, sum oftast, bara  Ívaldur fekk sína atkvøðugreiðslu.

Kim fann ongantíð útav, at hann var ein genta, og ongin fortaldi Gretu, at hon sang falskt.

Og eg kann bara geva Gregers D,. Holmfeldt, rætt í, at sjáldan hava so nógvir flatir sangtekstir verið framførdir av so láturverandi amatør-guitaristum í so tápuligum umhvørvi. Line Knutzon dugur meistarliga at heingja høpisleysar gerandistvídráttir út á snór, og lata teir flákra í vindinum.

Tey komu øll væl frá sínum leiklutum, og rós til drámaskúlan hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur spýtt tey bæði út, Jógvan á Høvdanum og Evu Mariu Bláhamar.

Skal eg siga nakað meira, so upplivdi eg Jógvan á Høvdanum, líka so karisimatiskan á palli, sum í veruleikanum. Hann líkist bara sær sjálvum, og skal ikki gera so nógv fyri at passa inn í leiklutin, annað enn at vera, sum hann plagar, men í leiklutinum var helst neyðugt at hava kollin uppi á høvdinum, uttan var hann nakin. 

Reblikkirnar gingu væl. Øll kláraðu sítt, og tað eydnaðist at halda áhoyrarunum føstum. Tað er í sjálvum slær eitt kynstur, tí tað var ikki lætt, tey skuldu lýsa høpisleysar gerandistvídráttir, og lat teir flakra í vindinum.

Leikurin var sera væl týddur og uppsettur, og pallurin kundi neyvan verið øðrvísi.

Hjá mær er bara eftir at siga, at sjónleikurin var undirhaldandi og hugvekjandi vrøvl, men eg føldi meg so deildiga undirhildnan.

Leikurin verður í hesum døgum, sýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn, og hann er avgjørt verdur at uppliva.