Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugstoytt og álvarsamt

Føroyar eru kendar fyri sína vøkru og óspiltu náttúru. Nátturan í Eysturkommunu er einki undantak hesum viðvíkjandi. Tað, at vit eiga eina so vakra og óspilta náttúru er til stóra gleði og eitt sagt fragd fyri bæði sál og sinn hjá okkum eysturbúgvum og ikki minst vitjandi.

Nú várið er komið, tað byrjar at grønkast og spretta og dagarnir gerast alsamt longri, er bert meira at gleðast um og er tað tí sera hugstoytt at síggja, at tað eru fólk sum ikki vísa hesum virðing og ans, men sum á ein ábyrgdarleysan og skammiligan hátt vanvirða hetta (sí myndir niðanfyri, tiknar á gamla Leirvíksvegi).

Eysturkommuna hevur tvey bingjupláss til borgarar at beina burturkast á. Vit vilja tí staðiliga heita á okkara borgarar at gera brúk av hesum møguleika, og soleiðis verða við til at virða og síggja tað stóra ríkidømi vit eiga í okkara náttúru.

Kelda: www.eysturkommuna.fo