Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugskotskapping fyri Føroyar

Nú størsta verkætlanin í Føroya søgu stendur fyri framman, er øll orsøk til at vit hugsa okkum væl um.

Talan er sjálvandi um Suðurtunnilin, sum fer at gera at tað møguligt at koyra við egnum bili úr Akrabyrgi til Viðareiðis.

Her er talan um stórar upphæddir, men hvussu skal tað gerast?

Greitt er, at her skulu stjórnmálamenn okkara taka týdningarmiklar avgerðir, men hvussu kunnu teir vita hvør avgerð er røtt?

Hetta kann bert tryggjast við opnum orðaskifti um allar møguleikar, soleiðis at avgerðin verður væl grundað.

Hvussu kann hetta gerast?

Aðrastaðni hava vit sæð, at tá so stórar avgerðir skulu takast, verður allarfyrst latið upp fyri møguleikanum at lata øll tey, sum hava kunnleika til slíkt, sleppa framat í einari hugskotskapping. So verða allar møguligar loysnir lagdar á borðið, og tá ber til at velja og vraka millum øll tey hugskot, sum fram eru komin. Vanligt er at ressa luttøkuhugin við at geva heiðurslønir til besta hugskotið. Hetta kostar sjálvandi nakað, men upphæddirnar eru smáar í mun til kostnaðin av jørð- og betongarbeiðinum.

Suðurtunnilin er jú ein partur av okkara undirstøðukervi, og tí hevði helst verið rætt at fingið eina altjóða hugskotkapping um hvussu alt føroyska undirstøðukervið skuldi verið skipað, um so er at vit rokna við at fólkatalið verður óbroytt, ella hvat ið skuldi verið øðrvísi um fólkatalið minkar ella hvat ið rætt er at gera um vit gerast fleiri enn í dag. Pappír er tolið, og einki forgjørt er í at hugsa stórt.

Ein slík hugskotskapping hevði vakt ans um allan heim. Verða heiðurslønirnar passaliga stórar, so kann ikki útilokast, at stór arkitektavirki víða hvar fara at seta nógv fólk í sving fyri at hugsa um Føroyar og hvat ið her er rætt at gera. Talan er um dugnalig fólk, sum í mongum førum hava stóra ávirkan, og ikki er útilokað, at summi av teimum koma til Føroya fyri sjálvi at síggja tað land sum kanska fer at gera tey heimsgitin.

Tá uppskotini liggja fyri, verða tey løgd alment fram, og tá kann orðaskiftið fara í gongd á hollum grundarlagi. Tá verður lættari hjá teimum, ið sita á løgtingi og í landsstýri, at taka avgerðir í øllum hesum fløktu málum.

Hetta er ein bílig loysn, og tey tvey árini tað tekur er ikki nógv, tá hugsað verður um at verkætlanirnar í summum førum fara at taka tíggjutals ár.

Zakarias Wang