Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugskotið fult av hugskotum

Dyrnar verða nú latnar upp í Nýskapanarhúsinum Hugskotið, sum er nýggja húsið til íverksetarar í Tórshavnar kommunu. Og húsið verður frá fyrsta degi á tremur við forvitnum íverksetarum. Allir fara teir at arbeiða við at seta ymiskar verkætlanir í verk.

Í vár byrjaði ein umsitarin í Hugskotinum, sum hevur arbeitt við at fáa húsið klárt til at taka ímóti fyrstu íverksetarunum. Og nú er komið á mál. Áhugin fyri Hugskotinum hevur verið sera stórur. Klárt er at flyta inn, og húsið er longu so at siga fult.

Fleiri hava søkt um innivist í Hugskotinum, og enn fleiri hava verið á gátt fyri at fáa hjálp og vegleiðing. Hugskotini fevna víða - frá ráðgevandi fyritøkum, til brúkslutir og loysnir innan KT.

- Hetta verður ordiliga spennandi. Húsini liggja væl fyri í Niels Winthers gøtu 5 í miðbýnum. So her eru allar fortreytir fyri, at íverksetararnir fara at trívast. Vit fegnast sjálvandi eisini um, at undirtøkan longu er sera góð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Endamálið við Hugskotinum er at styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í kommununi. Hugskotið veitir íverksetarum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri og nýhugsan í einum kveikjandi umhvørvi. Eisini bjóðar Hugskotið holla og viðkomandi vegleiðing bæði til íverksetarar, sum sita í Hugskotinum og onnur, sum hava eitt hugskot, sum tey ynskja at arbeiða víðari við. Hugskotið veitir eisini vegleiðing til virkandi fyritøkur, ið ynskja vøkstur.

- Kommununi tørvar enn fleiri privat arbeiðspláss. Vónandi kann Hugskotið hjálpa til við hesum, tí vit vita, at í framtíðini verða nógv størv skap av íverksetarum, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu.

Amboð til vøkstur

Hugskotið nýtir viðurkenda amboðið Vakstrarhjólið, sum er eitt amboð til íverksetan og menning. Umsitarin er góðkendur at nýta Vakstrarhjólið, sum á ein einfaldan hátt hjálpir íverksetarum og fyritøkum at nágreina, hvørjir møguleikar og hvørjar avbjóðingar eru soleiðis, at hugskotið kemur á flog. Ein av fyrimununum við at nýta Vakstrarhjólið er, at Hugskotið arbeiðir eftir sama leisti, sum íverksetarahús í fleiri øðrum londum.

- Við Vakstrarhjólinum umborð hava vit eitt gott amboð at geva íverksetarum og vinnulívinum eina sera góða tænastu. Nú gleða vit okkum bara at fáa nógvu góðu hugskotini inn í húsið, sigur Jónhild Rasmussen, umsitari á Hugskotinum.

Hugskotið fer at húsa 6-8 íverksetarum. Fyri ein sámiligan kostnað fáa íverksetararnir atgongd til eitt skriviborð í felagshølinum hjá Hugskotinum - umframt allar vanligar skrivstovuhentleikar og hjálp og vegleiðing. Til ber eisini at fáa ráðgeving burturav.

At Tórshavnar kommuna setir ferð á eina nýggja íverksetaramentan ger, at nýggjar vinnur fáa bestu umstøður at spretta soleiðis, at nýggj arbeiðspláss kunnu verða skapt.