Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugnaløta við Kongabrúnna

Fríggjadagin 6. juli kl 15.30 verður hugnaløta í sambandi við, at arbeiðið við trappuna við Kongabrúnna nú er liðugt. Nú ber til at sita á trappunum ella pallunum og hugna sær í tí vakra umhvørvinum.

Levi Mørk, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, býður vælkomin, Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at siga nøkur orð, og Jákup Sìmun Simonsen, formaður í havnanevndini, rundar av.

Harmonikutónleikur og góðar gamlar sjómansvísur fara at runga um eystaru vág. Kommunan bjóðar ein kaffimunn og eitt nú Áarstova og Cafe Natúr hava opið.