Hugnalig vitjan í Kirkjubø
Veðrið bleiv av tí allarfagrasta, tá Jens Stoltenberg var gestur hjá Tórshavnar Býráð heima á garði í Kirkjubø.
Heðin Mortensen, borgarstjóri og konan Hjørdis, tóku ímóti og buðu øllum vælkomnum til Kirkjubøar, har Jóannes Patursson bóndi vísti runt, bæði áðrenn og aftaná, at farið varð til borðs í roykstovuni.
Jens Stoltenberg og konan Ingrid heilsaðu uppá allar býráðslimirnar, áðrenn farið varð innar í roykstovuna, har borgarstjórin helt røðu og handaði Jensi og Ingrid hvør sína troyggju frá Guðrun & Guðrun sum gávu frá býráðnum.
Jens Stoltenberg takkaði fyri einastandandi blíðskap og var ovurfegin um hetta høvið at vitja og at fáa so nógv at vita, sum hann ikki visti frammanundan. Hetta var eitt stórt upplivilsi, segði hann.
Aftaná varð farið inn í múrin, har bóndin greiddi frá. Vitjanin vardi ikki meira enn slakan hálvanannan tíma, so fór fylgið aftur á flogvøllin, haðan Jens Stoltenberg via London skuldi á NATO-toppfund í Chicago.
Bæði NRK og norska TV2, umframt norsk bløð, vóru til staðar í Kirkjubø.
Kelda: www.torshavn.fo