Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugnalig stovukonsert við Høgna Lisberg (HOGNI)

Seinastu konsertirnar hjá Høgna Lisberg á HOYMA í Gøtu og á Reinsarínum vóru fullsettar og óalmindiliga væl umtóktar. Nú verður høvið til at uppliva Høgna á F’LJÒÐ stovukonsert í Stoffalág 18, har hann fer at spæla saman við dugnaligu vinmonnum sínum, Benjamin Petersen og Knút Háberg Eysturstein. Stovukonsertin verður hóskvøldið 4. desember kl. 20.00.

Høgni, ið júst er fluttur heim aftur á klettarnar at búgva, hevur júst slept sættu útgávu síni, Call For A Revolution. Fyrsta lagið, sum er farið í umfar, er “Back Against The Wall”. Nýggja plátan hjá Høgna er eitt slag av afturvendan til plátuna “Haré! Haré!”, men tó er hetta meiri sum ein stóribeiggi. Vaksnari, vísari, frekari og við meiri sjálvsáliti.

Á F’LJÓÐ fer Høgni at spæla løg av nýggju fløguni, umframt onnur væl umtókt løg úr sangskatti sínum.

Tónleikalívsleiðin hjá Høgna Lisberg

Leirvíkingurin Høgni Lisberg - ella HOGNI - varð føddur í 1982 á Tvøroyri, vaks upp í Leirvík, og hevur lisið sangskriving á Rútmiska Konservatoriinum í Keypmannahavn. Nú er hann fluttur aftur til Føroya fyri stuttum.

Sum fyrrverandi trummusláari í bólkinum Clickhaze, skifti Høgni kós og fór at royna nýggjar leiðir sum sangari, gittarleikari og sangskrivari. Hann hevði nógv uppá hjarta, ið skuldi út. Í 2003 kom fyrsta fløgan hjá Høgna út: "Most Beautiful Things”. Seinni komu fløgurnar "Morning Dew" í 2005, "hare! hare!" í 2008, "Con Man" í 2012, 4 talgild stakløg á føroyskum komu út í 2013-14. Og seinasta fløgan er komin út her fyri stuttum í 2014: “Call for a Revolution”.

Meira enn 2. mió. sæð Høgna á YouTube

Høgni ella HOGNI, sum útlendingar kenna hann, hevur rættiliga havt vind í seglunum seinastu árini. Meira enn 2 mió. hava sæð sjónbandaløg hjá Høgna á YouTube - serliga lagið “Bow Down (To No Man)”. Høgni er serliga væl umtóktur í USA, Kanada, Bretlandi, Australia og Týsklandi. Haraftrat eru løg hjá honum spæld fleiri hundraðtúsund ferðir á Spotify.

Høgni hevur haraftrat verið virkin við nógvum framførslum bæði heima í Føroyum og uttanlands - eisini í live sjónvarpssendingum.

- Vit gleða okkum almikið til at hoyra eina frálíka konsert við Høgna Lisberg, Benjamin og Knút í hugnaligu stovuni í Stoffalág 18 hóskvøldið, 4. desember, sigur fyrireikarin Elin Brimheim Heinesen. - Men einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss.

Um ein ynskir at tryggja sær sess, ber til at skriva til boðklivan hjá Elini Brimheim Heinesen á Facebook ella senda t-post til elin@heinesen.fo.

Tiltakið á Facebook:

https://www.facebook.com/events/1497962450466309/

Les um F'LJÓÐ í faldaranum HER:

http://issuu.com/elinbrimheimheinesen/docs/faldari_fljod_stovukonsertir_kvoeld