Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugleiðingar um musikkstevnuna og kórstevnuna Dýra biðidagsvikuskifti

Dámar tær at syngja í kóri, men hevur trupult við at lesa nótar, so havi eg eini góð ráð: Far og spæl í einum hornorkestri. Veit einki, sum er so effektivt at læra seg at syngja frá blaðnum sum tað at spæla horn, og orsøkin er hendan: Tey 24 hálvtónatrinini í báðum oktavunum, sum hornini vanliga spenna yvir, kunnu á einum klaveri spælast á 24 tangentum, einum fyri hvønn tónan; men hornið hevur bara tríggjar ventilar, tað er tí ikki nóg mikið, tá íð tú skalt spæla ein ávísan tóna, at trýsta á rætta ventilin og blása, tú ert eisini noyddur at miðja eftir rætta tónanum, annars kanst tú raka minst tríggjar aðrar tónar, sum eru langt við síðuna av tónanum, tú ætlaði at spæla. Tí er tað at spæla horn frá fyrsta bríksli venjing í at raka rætta tónan. Har afturat fært tú so nógv annað við í spælinum, sum tú eisini fært gleði og gagn av í kórsanginum, eitt nú venjingar at anda soleiðis at tú kanst syngja longri vendingar uttan at noyðast at anda mitt í einum setningi; ella tað at býta tónleikin upp í reglur og at spæla hvørja regluna soleiðis, at hon stendur klárast; ella at skifta ímillum at spæla hart og spakuligt. Til hesar venjingarnar verður tann tiltikna Reyða bók nýtt, hetta eru 120 sálmløg, vakurt útsett og so einfalt, at tú skalt ikki hava spælt horn leingi fyri at vera við her.

Vóni, at tað skilst av tí, sum sagt er omanfyri, at tað er ein funnin fressur, at fáa ein hornspælara upp í kórið, og tá kanska serliga á bygd, har lítið er at taka av frammanundan. Av tí at hornspælið gevur honum so góða venjing í at syngja frá blaðnum, verður hann skjótt ryggurin í síni rødd, sum hini halla seg at í brotum, har torført er at syngja og at raka rætta tónan.

Seinnu árðini hevur tó ein púra óneyðugur trupulleiki stungið seg upp í hesum sambandi, nú musikkstevnan og kórstevnan hava verið lagdar sama vikuskiftið. Hetta ger, at um ein hornspælari er við í kórinum noyðist hann at velja síða, og kanska er tað ikki so trupult hjá honum at velja, tí í hornorkestrinum er hann kanska einsamallur á sínum ljóðføri meðan ein stórur partur av kórinum syngur somu rødd sum hann, so tað er týðuligt, hvar hann verður meira saknaður. Men kanska eru tað av somu grund kór, sum setast aftur at fara á kórstevnu, tí forsangararnir í onkrum røddum eru farnir á musikkstevnu. 

Hugsi ikki at stjørnarlimirnir í kórsambandinum gruna hvørja bjarnatænastu teir gera sær sjálvum, við at látast sum um meginfelagið fyri hornorkestur ikki er til og øvutt. Horntónleikur og kórsangur hava so mikið nógv til felags, at teir kundu ríka hvønn annan við tøttum samstarvi. Vóni fyri mín part, at tað skjótt verður loyst upp fyri hesum, so at eg aftur sleppi á kórstevnu, sum í síni tíð var eitt av hæddarpunktunum á árinum hjá mær. Nógv av okkara bestu tónaskøldum hava eitt bein í hvørjari leguni. Síggi fram til, at tey fara at skriva verk fyri kór og hornorkestur og at vit sum frá líður fara at hava felags stevnur, har slíkur tónleikur verður framførdur. Hetta hava vit roynt í Fuglafirði við óvæntaðum góðum úrsliti.

Niels Midjord