Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugleiðingar um kunningina frá KAF

Hugleiðingar eftir at hava lisið – og lisið, kunningina frá KAF í sambandið við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag.

Fyrst hugsi eg um grunngevingarnar fyri ósemjuni, KAF nevnir tríggjar: fakfelagssamstarvið, lønarleisturin/skattaskipanin og tíð til fyrireiking, men gloymir at nevna hoyringsskrivini, sum eg haldið er ein stórur partur av trætuni. Tað er ein rættur vit hava og ein trygd hjá okkum starvsfólkum at rætt verður atborðið um vit verða søgd úr starvið – hetta mugu vit halda fast við.

Lønarleisturin er sum hann er, men tað virkar ótrúliga smáligt at bjóða okkum ein reallønarniðurskurð og skattalætta uppá nakað og onki.

KAF, hevur í kunningini, sett nakrar starvsbólkar upp, sum fáast við umsorganararbeiðið. Løninar síggja nokso javnar út og tí átti vit kanska ikki at grenja so nógv um lága løn. Vit eru øll í tí læggra endanum av lønarstiganum.

Eg havi til stuttleika, men í ramasta álvara, siti og rokna uppá tølini hjá KAF, har tey sammeta lønirnar hjá okkum við aðrar lønarbólkar. Fyri at tað skal verða nøkulunda eftirfarandi, havi eg rokna lønina út, sum um hesir starvsbólkar hava starvast í 16 ár og fulla tíð allatíðina. Tað vil siga at øll eru komin á endastig og summi hava verið tað í fleiri ár.

Um vit ikki rokna viðbøtur, vaktargjøld og annað við, men bara mánaðarlønina og eftirlønina, sær tað soleiðis út:** Eftir 16 ár í arbeiðið fulla tíð, hevur:

Eitt hjálparfólk forvunni kr 3.848.589,12 og í eftirlønt uppspart sær kr. 362.711,29.

Ein pedagogur á dagstovni forvunni kr. 4.763.874,72 og í eftirløn uppspart sær kr. 571.664,94

Ein sjúkrarøktarfrøðingur hevur forvunni kr. 4.762.359,84 og í eftirløn uppspart sær kr. 714.353,98

Ein fysio- ella ergoterapeutur hevur forvunni kr. 5.010.710,40 og í eftirløn uppspart sær kr. 791.692,24

Skúlalærarin hevur forvunni kr. 5.255.516,64 og í eftirløn uppspart sær kr. 893.437,83

Hetta skal ikki skiljast sum um eg ikki unni hvørjum sítt, haldi at vit øll hava uppiborið tað løn vit stríðast fyri. Men tað sker í hjartað at síggja at munurin millum okkum, sum oftast verða samanborin er í lønum eftir 16 ár kr. 1.406.927,52 og munurin millum uppspart til pensiónaldurin er kr. 530.726,54.

Um vit taka hjálparfólkini úr roknistykkinum er munurin enn stórur kr. 493.156,80 og í eftirlønini kr. 321.772,86

Ongin av hesum starvsbólkunum er hágløntur og ongin av hesum fáa tað stóra burturúr skattalættanum, líkamikið hvat skattalættin verður kallaður – flatur ella progresivur.

Við hesum í huga og tá hugsa verður um hvussu skjótt tað gekk at broyta skattaskipanina hesafer, er tað heilt burturvið at tengja lønarleistin og skattaskipanina saman. Vit vilja stutt og greitt hava meira í løn!

Um kravið um fyrireikingartíð skrivar KAF ella Heðin Mortensen í kunningini, at vit ikki eru samd um hvat fyrireiking er – og har hava tey kanska rætt. Fólk á gøtuni, vóru spurd um hvussu nógvar fyrireikingartímar tey vildu hava. Svarini vóru líka ymisk, sum tey høvdu verið, um spurt var hvussu nógva løn fólk hildi at limirnir í Føroya Pedagogfelag skullu hava. Men vit eru øll samd um at vit brúka nógv ov nógva tíð eftir arbeiðstíð til at ráðleggja, fyrireika og eftirmeta okkara arbeiði. Fyri onga løn – bert tí vit hava ein fakligan stoltleika sum vit ikki vilja lata fara. Ymiskt er eisini frá stovn til stovn hvussu arbeitt verður og hvønn tørv tey hava.

Tað eru arbeiðsgevarin og leiðslan á dagstovninum, ið leggur arbeiðið til rættis – arbeiðsgevarin er ofta kommunan og tí má borgarstjórin Heðin Mortensen og hini í KAF eisini lurta, tá gjørt verður vart við, at alt ikki riggar sum leiðslan vil. Nógv er spart innan dagstovnaøki tey síðstu árini – tó ikki í 2012. Tað er líka ringt hjá stovnunum, sum hjá vanliga húsarhaldinum at fáa peningin at røkka til allar tær útreiðslur ið eru.

Heðin Mortensen kann væl halda at foreldur, sum heild eru nøgd við virksemi á stovnunum. Tað vita vit væl at tey sum heild eru. Tað sum foreldrini ikki vita, er at ótrúliga nógv starvsfólk arbeiða við skrivum, eygleiðingum og øðrum aftaná vanliga arbeiðstíð. Hetta bert tí starvsfólkini ynskja at gera sítt arbeiði til lítar.

Men her er tað vit siga stop, nú er nokk og vit vilja hava skipað tíðina soleiðis at tað ikki skal ganga út yvir børnini, tey við serligum tørvi og hini starvsfólkini, at vit hava hug til at betra um arbeiði hjá okkum.

Eg havi verið so heldig at kenna eitt barn, sum svaraði mær soleiðis einafer eg segði eg hevði frí:” Tú ert heldig, tú hevur frí – eg eri altíð eg”.

Hetta lærdi meg at siga :”eg fari heim”, tí frí hevur tú ongantíð, tá tú arbeiðir við børnum ella øðrum, ið hava serligan tørv.

Tey búgva í hjartanum hjá okkum og tað nívur okkum um vit ikki kunnu skapa nøktandi umstøður fyri tey og familjum teirra.

So tí vilja vit ikki longur bara sita og bíða – vit fáa heldur ikki nógvar pengar tá vit verða gomul.

Hetta vóru mínar hugleiðingar um kunningina hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Heilsan

Katrin Bjarnadóttir