Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HTU-samskiparaútbúgving innan bygging og anlegg

SKEIÐ: Í Danmark er lógarkrav, at tey, sum eru samskiparar av trygdini/arbeiðsumhvørvinum á størri byggi- og anleggsverkætlanum hava lokið skeið sum ”arbejdsmiljøkoordinator”. 

Landsverk fer nú undir at skipa fyri einum slíkum skeiði í Føroyum. Talan er í fyrstu syftu um eitt innanhýsis skeið hjá Landsverki, sum ”Dansk byggeri”, fer at hava, men fyri at fáa ein fjølbroyttan luttakaraskarða vil Landsverk við hesum eisini geva øðrum áhugaðum tilboðið at luttaka. Pláss er fyri samanlagt 20 luttakarum.

Skeiðið er fyrst og fremst ætlað byggiharra, ráðgevarum, arkitektum, entreprisuleiðarum, prosjektleiðarum og øðrum leiðarum á byggi- og anleggsuppgávum, sum taka sær av trygdar-/arbeiðsumhvørvisuppgávum.

Vanligt er, at skeiðið verður hildið í tveimum umførum, t.e. fyrst tríggjar dagar og síðani í tveir dagar. Ímillum umførini skal ein praktisk uppgáva gerast. Undirvísing er frá kl. 8:00 til 16:30.
Skeiðið verður hildið í døgunum 28., 29. og 30. apríl og 11. og 12. mai á Hotel Hafnia.

Skeiðið kostar.

Tilmelding fer fram hjá Landsverki, Karinu Nattestad Nolsøe, HTU-samskipara, teldupost kano@lv.fo, tlf 290 803 í seinasta lagi 27. mars. Vilt tú vita meira um skeiðið ber somuleiðis til at venda sær til Karinu N. Nolsøe.