Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hoyvíkshøllin fer nú í gongd

 Tórshavnar Býráð hevur hóskvøldið 8. september 2011 samtykt at taka av tilboð frá byggifelagnum J. & K. Petersen upp á at útbyggja Hoyvíkshøllina.

Tilboðið ljóðar upp á slakar 5 mió kr og fevnir um tríggjar hæddir, kjallarahædd, miðhædd og loft, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.

Í tilbygninginum verður eitt nú durur til høllina og tvey nýggj umklæðingarhøli.

Hoyvíkshøllin er bygd sum ein venjingarhøll og henni vantar ymisk rúm. Nøkur verða innrættað í miðhæddini nú, og seinni er ætlanin at innrætta meir í miðhæddini og á loftinum.

Arbeiðið byrjar um mánaðarskiftið september/oktober og verður liðugt í mars/apríl 2012.

Tilbygningurin verður bygdur fram úr ella eysturúr núverandi høllini.

Jógvan Arge