Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hoyvíkin fær 24 nýggj grundstykki

Sáttmáli er undirskrivaður við fyritøkuna LBF um at gera klárt tilfar til nýggju útstykkingina “oman Gil”.

Eftir ætlan er klárt hjá fólki at byggja í november 2014. Tá standa 24 byggiklár grundstykki í Hoyvíkini. Tá stykkini verða sett til sølu, eru tey grivin og slættað. Klárt er hjá fólki at byggja.

Kommunan bjóðaði fýra ráðgevarafyritøkum at gera uppskot til verkætlanina. Og í dag undirskrivaðu Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri, og stjórin í LBF, Eyðbjørn Brimnes, undir sáttmála um at gera útbjóðingartilfarið klárt.

- Hetta hevur verið ávegis í eina tíð orsakað av avbjóðandi lendi. Nú eru vit spent, tí hetta verður eitt gott stað hjá fólki at búgva í náttúruvøkrum umhvørvi við áum og gilum og við góðum útsýni, sigur Jógvan Arge.

Útbjóðingartilfarið er liðugt í september, tá tað skal til politiska støðutakan.

Stórur hæddarmunur er í økinum, tí verður alt gjørt undir einum. Fylt verður upp soleiðis, at klárt er at byggja hjá fólki. Arbeiðið at gera økið byggiklárt byrjar eftir ætlan í november, og er arbeiðið mett at taka áleið eitt ár.

Grundstykkini eru í miðal 320 fermetrar til støddar og liggja oman fyri húsini millum Gilja. Atkomuvegur verður gjørdur soleiðis, at oman Gil er knýtt at nýggja innkomuvegnum til høvuðsstaðin.

Oman gil verður skipað við fríøki og felags parkeringsøki.