Hoyvík er nýggi ”stórbýurin” í Føroyum!
Sum formaður í byggi og býarskipanarnevndini er tað gleðiligt, at eisini kunna avdúka, at tað hendir nakað í byggi og býarskipanarnevndini og í Hoyvík.
Nú sá eg, at borgarstjórin í Havn longu hevur avdúka hesar ætlanir við nýggju mistaðargøtuni í Hoyvík og at eftirspurningurin er stórur og tað eri eg sjálvsagt fegin um.
Vit hava arbeitt leingið við nýggju miðstaðrgøtuni í Hoyvík og somuleiðis verður arbeitt við at gera klárt til nýggj 30 nýggj grundøkir Millum Gilja og Djúpagil í Hoyvík.
Eitt annað mál er nýggjur fótbóltsvøllurin í Hoyvík, her skal bert finnast ein politiska loysn á hvar í vøllurin skal liggja.
Í nýggja mistaðarøkinum, vera tað vera fríøkir, stovnar, læknamiðstøð, ítróttaøki, skúlar, barnagarðar og møguliga eitt nýtt ungdómshús í Hoyvík.
Núverandi ungdómshús í Hoyvík er saman við frítíðarskúla, skúla og serstova. So her eru karmarnir ov smáir. Men, her skal sjálvsagt eisini finnast ein politisk loysn, fyri nýggjum ungdómshúsið.
Men eitt er vist og tað er at Hoyvík er nýggjur stórbýurin í Føroyum.
Levi Mørk
Formaður í byggi og býarskipanarnevndini
Hoyvík, 27-04-2012