Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HOYRISPÆL Á PÁSKUM - líðingarsøga Jesusar í ljóðmynd

Absalon Absalonsen, sum er væl kendur frá beinleiðis sendingunum á Torginum í Evangelisku Røddini, (EVR) hevur seinastu árini arbeitt við at skriva og fyrireikað hoyrileik og ljóðmynd um Jesu líðingarsøgu, soleiðis sum hon verður sett fram í teimum fýra evangeliunum. Leikurin er í  trimum pørtum, sum allir verða at hoyra um páskirnar.

Poul jóhan djurhuus
Gjaranes@gmail.com

Saman við Eli Smith hevur Absalon tikið stig til at fara undir fyrireikingar til leikin. Fleiri enn 40 leikarar eru við, sum koma frá ymiskum samkomum í høvuðsstaðarøkinum. Tað er Eli Smith, sum hevur havt torføru uppgávuna at velja fólk út til leikarar. Høvuðsleikarin er tann, sum spælir at vera Jesus, og hesin er Jóhan Petersen, ið arbeiðir sum lærari í Havn.  

Upptøkurnar eru gjørdar í nýggju EVR-upptøkuhølunum í Ebenezer, og tað eru tøkningarnir Bárður Norðberg og Martin Johannesen, sum hava staðið fyri tí tøkniliga. Absalon Absalonsen sigur við Sandportalin, at Bárður og Martin hava arbeitt nógvar tímar hvørja viku seinasta veturin. Leikstjórna hava Absalon Absalonsen og Elisabeth Mortensen. 

Tað er Evangeliska Røddin EVR, sum hevur staðið fyri upptøkunum, og EVR kemur at senda  allar tríggjar partarnar á nýggju kringvarpsstøðini R7 um páskirnar.

Tað ber til at fara inn á www.evr.fo og hoyra ein brellbita av hoyrileikinum. 

Fyrsti partur verður sendur skírishósdag, og annar partur langa fríggjadag, báðar dagarnar kl.14.00 og endursent verður bæði kvøldini kl.22.00. Triði og seinasti partur verður sendur páskadag kl.14.00 og endursendur kl.20.00

Leikurin byrjar við, at Jesus ríður inn í Jerusalem, og endar við uppresinini. Absalon hevur eisini lagt dent á at lýsa raðfylgjuna í søgugongdini.

Við hesum leikinum og teim mongu páskastevnunum, so verður tað lagt upp til eina spennandi og gevandi páskahátíð í ár.