
Høvuðstaðurin politiskt misbrúktur
Tórshavnar Kommuna verður politiskt misbrúkt av meirilutanum í sitandi býráð.
At senda eitt samhugaskriv um eina fólkaatkvøðu og frælsisstríð í øðrum landi, her til katalonskar myndugleikar, er at blanda seg uppí innanhýsis politiskt viðurskiftir í øðrum landi, og hevur einki við kommunalpolitikk at gera.
Tí mótmæli eg sum býráðslimur, at Tórshavnar Kommuna verður misbrúkt at profilera ein ávísan politiskan flokk - hettar er ein vanvirðing av okkara kommunu.
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu