Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høvuðsstaðurin slóðar fyri á orkuøkinum

- Áhugin fyri okkara orku- og umhvørvistiltøkum er skjótt vaksandi í útlondum. Vit verða umrødd sum heimsins besta ferðavinnumál, okkara umhvørvi lokkar við framúr reinleika og vakurleika, og á altjóða ráðstevnum verða okkara átøk løgd til merkis og umrødd.

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í røðuni, tá hann setti Orkuráðstevnuna 2013 í høllini á Hálsi fyrrapartin.

Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini sett fleiri átøk innan orkusparing í verk. Umframt at syrgja fyri, at galdandi lógir innan bjálving og orkunýtslu verða hildnar, vil Tórshavnar kommuna eisini vera ein fyrimynd.

- Hóast vit í øllum lítillætni halda eina árliga umhvørvisviku í býnum og royna at veita borgarunum frægastu tænasturnar, so leggja tey til merkis og umrøða á altjóða ráðstevnum okkara bý við teimum mongu flagtekjunum við strongu umhvørviskrøvunum, ókeypis kollektivu ferðsluni og orkusparandi gøtuljósskipanini, sjóvarhita, reina vatninum og effektivu kloakkskipanini. So seint sum í seinastu viku setti Danmarks Radio seg í samband við okkum um okkara ókeypis bussleið, sum vit vóru tann fyrsti evropeiski høvuðsstaðurin at seta í verk í 2007, segði Heðin Mortensen.

Síðani ídnaðarkollveltingina er orkunýtslan eksploderað, og neyðugt hevur verið at troyta alt fleiri orkukeldur fyri at nøkta tørvin. Føroyar standa nú á gáttini til eina oljuvinnu, men oljan rennur ikki ævigt úr dýpinum. Neyðugt er støðugt at menna aðrar orkukeldur og hugsa um alternativ til oljuna, bæði tá myndugleikar byggja nýtt og endurhugsa tað sum er. Sum enn eina roynd í hesum arbeiðinum gav býráðið stutt fyri jól góðkenning til at seta upp Føroya størstu vindmyllulund í høvuðstaðarøkinum, og Jarðfeingi hevur síðan gjørt av at geva SEV loyvi til verkætlanina.

- Millum annað hetta hava vit lært av okkara áralanga samstarv við vinir og grannar okkara í Stavanger. Hóast býurin er oljuhøvuðsstaður, so eru mong ár síðan, at býurin ikki longur livdi av oljuvinnuni eina, segði Heðin Mortensen.

Orkuráðstevnan er eitt gylt høvi hjá teimum, sum luttaka á stevnuni, at vísa fram vørur og tænastur, sum veittar verða til privata húsarhaldið.

- Gongdin síðani ídnaðarkollveltingina heldur fram, og skulu vit eisini í framtíðini nøkta tørvin á orku, er í øllum førum vist, at vit eisini í framtíðini noyðast at troyta allar orkukeldur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í setanarrøðuni.