Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri á føroyska básinum á oljumessuni í Aberdeen.

Høvuðsstaðurin fyrireikar seg til oljuvinnuna

Eins og norðmenn hava ein oljuhøvuðsstað í Stavanger og skotar ein í Aberdeen, so skulu føroyingar eisini hava sín oljuhøvuðstað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Og nú oljan nærkast markinum er tað bara ein spurningur um tíð, til Føroyar eisni kunnu kalla seg fyri eina oljutjóð. Tí er Havnin farin at taka týðandi stig til at fyreika seg til at taka ímóti komandi oljuvinnuni sigur borgarstjórin við tann føroyska oljuportalin.

Gott samstarv stóran týdning

“Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Aberdeen í mong ár, men tíverri er tað gliðið eitt sindur afturum hesi seinastu árini. Eg kundi væl hugsað mær, at vit fingu gongd á aftur hetta samstarv, ikki minst nú oljuvinnan nærkast markinum nærum hvønn dag. Vit hava sum er gott samstarv við norska oljuhøvuðsstaðin Stavanger, og tað er okkara ynski at byggja brýr til hesar báðar oljumiðdeplar í okkara parti av heiminum.”

Hetta sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum í hesum døgum vitjar á altjóða oljumessuni “Offshore Europe” í Aberdeen.

Heðin Mortensen, sum nýtir hetta høvið til at vitja umboð fyri myndugleikar og vinnuna í Aberdeen saman við sínum varaborgarstjóra, Jógvan Arge, kommustjóranum Ingibjørg Berg og ferðavinnustjóranum Theresu Kreutzman, vísir á, at Tórshavn er í teirri hepnu støðu at vera vinarbýur til fremstu oljubýirnar í Norðureuropa, Stavanger í Norra og Aberdeen í Skotlandi.

Hann ynskir at brúka hesi sambond til eisini at menna Havnina til at vera klár at taka ímóti eini komandi oljuvinnu.

Oljan nærkast

“Sjálvur eri eg sannførdur um, at olja og gass finnast í føroysku undirgrundini, og at hon nærkast í hvørjum, nú Statoil fer at bora tveir brunnar næsta ár. Vit mugu vera tilreiðar at taka ímóti hesi vinnu, tí tá tað hendir, so hendir tað sera skjótt. Olja er funnin so nær markinum, at tað er bara ein spurningur um tíð, at hon eisini verður funnin her hjá okkum.”

Øll greinin kann lesast á www.oljan.fo