Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentamálanevndirnar í norðurlendsku høvuðsstøðunum hava hildið fund í Havn í tveir dagar. Fundurin varð hildin í Norðurlandahúsinum um mong mál av felags áhuga.

Høvuðsstaðirnir vaksa

Norðurlendsku høvuðsstaðirnir á meginlandinum vaksa. Hetta setur stór krøv til kommunurnar at útvega fólki møguleikar at búgva, útbúgva seg og at veita trivnaðartilboð. Reykjavík og Mariehamn hava eisini vøkstur – um enn minni.

Hetta skiltist á orðaskiftinum, nú mentamálanevndirnar í norðurlendsku høvuðsstøðunum hava havt fund í Havn í tveir dagar við Tórshavnar kommunu sum verti.

Politikarar og embætisfólk úr norðurlendsku høvuðsstøðunum hava hesar dagarnar viðgjørt nógv mál av felags áhuga og tað vísir seg, at avbjóðingarnar er rættiliga líkar í øllum býunum – stórum sum smærri.

- Hjá okkum vendir kortini eitt sindur øðrvísi í løtuni, tí fólkatalið stendur í stað ella minkar eitt vet. Tað setir eitt nú krøv til broytingar í íbúðarmynstrinum, so tað verður lagaligari og áhugaverdari hjá øllum at seta seg í búgv í Havn, sigur Jógvna Arge, formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar kommuna.

Í Skandinavia er vøksturin størstur í svenska høvuðsstaðnum Stockhólmi, har 3000 fólk leggjast aftrat um mánaðin. Í sjálvari kommununi eru útivið 900.000 fólk í dag. Tveir triðingar av tilflytarunum eru sviar og ein triðingur útlendingar.

Í Oslo kommunu búgva 600.000 fólk. Hetta eru 100.000 fleiri enn um aldarskiftið. Har vænta tey 200.000 fólk aftrat næstu 10 árini. Á útbúgvingarøkinum merkir hetta, at kommunan skal útvega eitt nýtt flokshøli um mánaðin. Miðsavnanin í Noregi er størri enn hevur verið áður. Útlendskir tilflytarar eru serliga evropearar.

Keypmannahavnar kommuna, sum hevur 530.000 fólk, veksur við 1000 fólkum um mánaðin, og tey vænta at verða 100.000 fleiri í 2025. Hagar flyta bæðir danir og útlendingar, og ungfólk flyta ikki longur so nógv út um Keypmannahavn. Eldri fólk flyta úr forstøðunum inn til Keypmannahavnar at fáa lut í mentanartilboðunum. Í Keypmannahavnar verða bygdar nógvar nýtíðar íbúðir.

Fólkatalið í Helsingfors kommunu í Finnlandi veksur við 3000 netto um árið. Hagar flyta bæði finnlendingar og útlendingar, serliga estar og somaliarar. Broytingar í býarmyndini framvið strondini hava broytt kommununa nógv seinastu árini. Tað er dýrt at seta seg niður í finska høvuðsstaðnum.

Í Reykjavíkar kommunu búgva 118.000 fólk. Har veksur fólkatalið við 50-100 um árið.

Áland og Mariehamn, sum telja útivið 29.000 fólk tilsamans, hava ein lítlan vøkstur. Hann er serliga uttanfyri Mariehamn, sum hevur 11.000 íbúgvar, men tey flestu arbeiða har.