Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høvuðsstaðir hittast

Politikarar og embætisfólk úr øllum norðurlendskum høvuðsstøðum hittast í dag til fundar í Havn.

Tórshasvnar kommuna er vertur fyri fundi millum umboð fyri mentamálanevndirnar og mentamálaumsitingarnar í Reykjavík, Oslo, Keypmannahavn, Stockholm, Helsinki, Mariehamn og Tórshavn.

Luttakararnir eru 50 í tali og fara at hava fund í Norðurlandahúsinum í tveir dagar. Terirra millum eru mentanarborgarstjórin í Keypmannahavn Pia Allerslev og formaðurin í mentamálanevndini í Reykjavík Einar Ørn Benediktsson.

- Hesir fundir verða hildnir annaðhvørt ár og eru ein góður møguleiki hjá luttakarunum at fáa vitan um og skifta orð um gongdina og átøk á mentanarøkinum í teimum norðurlendsku høvuðsstøðunum, sigur Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs.

Fundurin byrjar mikumorgunin kl. 09.00, har umboð fyri høvuðsstaðirnar fara at leggja fram. Frágreiðing um aktuellu støðuni í teimum ymsu býunum.

Á fundinum fer Birgir Kruse eitt nú at greiða frá royndunum at stovna nýggj skapandi ungdóms- og listaumhvørvi í Havn, og arkitekturin Ósbjørn Jacobsen fer at røða um mentan og býarætlan í høvuðsstaðnum.

Vitjað verður í Nólsoy, har luttakararnir fara at royna føroyskan mat frá Leif Sørensen, og á Skúlanum á Argjahamri, har bæði nýggi skúlin og listin í honum verða sýnd fram.