Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høvuðsstaðarsamstarv í Útnorði

Hesa vikuna verður fundur í høvuðsstaðargrunninum í Útnorði, Nuuk-Reykjavík-Tórshavn. Hesaferð er fundurin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har býráðið í Nuuk er vertur.

Endamálið við grunninum er at styrkja felags samleikan í útnorðuri, millum annað við at fremja sínámillum fatanina og samstarvið millum politikarar og borgarar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk. Grunnurin játtar stuðul til mentan, undirvísing og ítrótt, og ymisk politisk evni, ið eru viðkomandi fyri høvuðstaðirnar í Útnorðri, verða viðgjørd.

Í ár eru 32 umsóknir komnar til grunni, harav 9 úr Føroyum. Umleið 300.000 kr. verða útlutaðar til tær umsóknir, ið verða mettar at lúka treytirnar fyri stuðli.

Umsøkjarar kunnu vænta sær svar uppá umsóknina í komandi viku.

Politisku evnini, ið verða viðgjørd á fundinum eru: Nýggjari búseting við serligum atliti at hvussu høvuðstaðirnir í Útnorðuri megna at draga at sær ung fólk, ið hava nomið sær útbúgving uttanlands, og Íverksetan, har ljós verður sett á, hvussu høvustaðirnir í Útnorðuri megna at skapa íverksetaraumhvørvi og -anda, soleiðis at hvør skapar virðir og gevur íkast - ikki bert til sín sjálvs, men eisini við at skapa kommununi nýggj arbeiðspláss. Serfrøðingar úr Nuuk fara at hava fyrilestrar um evnini, m.a. fer formaðurin í grønlendska vinnuráðnum at greiða frá, hvussu ráðið arbeiðir fyri nýggjum vinnumøguleikum og íverksetaraátøkum, meðan umboð úr Reykjavík og Tórshavn greiða frá, hvat verður gjørt í teirra kommunum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri væntar sær eina spennandi politiska umrøðu av hesum sera viðkomandi evnunum, og heldur, at júst hesir tríggir býirnar hava nógv at læra hvør av øðrum.