Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høvuðsstaðarmenning - neyðugt at útbyggja Tórshavnar Havn

Politisk visjón hjá Býráðnum

Ein stórur meirluti í Tórshavnar Býráð hevur tikið avgerð um eina verkætlan at útbyggja Tórshavnar Havn fyri 350 mió.kr. Henda íløga skal verða við til at framtíðartryggja inntøkugrundarlagið í Tórshavnar Kommunu, herundir skapa menning og vøkstur í høvuðsstaðnum.

Talan er um eitt visjónert arbeiðið í Byráðnum, har høvuðsstaðurin saman við øðrum verkætlanum og íløgum ger seg til reiðar at taka ímóti framtíðini og skal gerast ein vakstrardepilin.

 Menningarmøguleikar

Vit missa í løtuni inntøkur, tí vit ikki hava tann havnakapasitet, sum verður eftirspurdur, - serliga eru tað tey stóru ferðamannaskipini, sum vit siga nei til. Vit skulu alla tíðina optimera okkara inntøkumøguleikar, betra um umstøðurnar hjá vinnuni og harvið eisini fáa fleiri arbeiðspláss.

Tað liggja stórir møguleikar í hesari útbygging, eitt nú eru møguleikar fyri einari fríhavn, ferðavinnuhavn og møguleikar í sambandi við eina evt. oljuvinnu.

Neyðugt við fyrireiking – funktiónalitetur og byggilist

Tað er umráðandi, at fortíð og nútíð taka sínámillum atlit, uttan at alt av tí grund steðgar upp. Vit skulu virða umhvørvið rundanum havnaøkið, tá vit byggja út á havnalagnum ella sagt á annan hátt - vit hava brúk fyri báðum.

Fyrireiking er altavgerandi fyri, hvussu væl verkætlanin eydnast. Hetta málið má og skal ikki skundast ígjøgnum.

Býráðið eigur at tryggja sær, at ein slík umfatandi útbygging av havnaanlegginum ikki kemur at misprýða partar og heildina í høvuðsstaðnum. Rásarúmið í Tórshavn at fremja eina stóra havnaútbygging er sera avmarkað og serliga, tá vit eru so sentralt í býnum. Tað er nokk ongastaðnis í allari verðini, at slík havnaanlegg og skipasmiðja liggja tætt upp at stjórnarbygningum og mitt í hjartanum á býnum.

Tí er tað sera týdningarmikið, at funktiónalitetur og byggilist (útsjónd) fylgjast at. Tað er ikki nóg mikið, at bygningar og kaiøki bara skulu nøkta tørvin á einari effektivari logistikkskipan og virka væl. Tá vit eru so tætt at hjartanum í býnum, so skal eisini hugsast um, hvussu bygningar og øki taka seg út og harmonera við umhvørvi o.a. Tað skal lítið til at skapa nakrar skeivar javnvágir í einum avmarkaðum og følsamum umhvørvi, sum vit ikki kunnu rætta upp aftur.

Tað eiga td. at verða gjørdar nakrar fasadir móti býnum, sum onkursvegna fjala nakrar berar og ljótar veggir á goymslubygningum og sum kunnu prýða og gera, at umhvørvi fellur inn í eina ella aðra hóskandi býarmynd.

Alternativar loysnir

Tað hava verið ymiskar røddir frammi um, hví ikki onnur øki í kommununi verða brúkt til havnaløg – eitt nú á Glyvursnesi ella Kollafirði.

At velja Glyvursnes hevur við sær, at alt havnavirksemið skal flytast. Talan verður tá um eina verkætlan, sum kemur at kosta munandi meira enn fyriliggjandi uppskot.

Hvat viðvíkur útbyggingum í Kollafirði, so vil tað hava við sær nógvan eyka flutning fyri flutningsfeløgini at leggja alla av- og áskipan í Kollafirði. Ein stórur partur av øllum inn- og útflutning fer umvegis Tórshavnar Havn, umframt at nógvar innfluttar handilsvørur skulu fordeilast í Tórshavnarøkinum. Harafturat eru tað alt fleiri ferðamannaskip, sum vitja Havnina.

Út frá hesum grundgevingum hevur Býráðið valt frá aðrar møguligar loysnir, so sum Glyvursnes og Kollafjørð.

Búskaparliga grundarlagið

Tórshavnar Havn hevur búskaparligt grundarlag at fíggja og gjalda hesa útbygging. Tað er eisini júst í hesum tíðum, at tað almenna skal føra ein ekspansivan fíggjarpolitikk, herundir seta pening av til virksemiskapandi íløgur.

Íløgan er fíggjarliga forsvarlig og tikin verða ongi óráð fyri. Tórshavnar Havn eginfíggjar útbyggingina við 30% og restin verður fíggjað við lántøku - góðar 250 mió.kr.

Vakstrardepil í Norðuratlantshavi

Skulu Føroyar og høvuðsstaðurin verða við í kappingini um vinnuligt virksemi og fólkavøkstur, so skal í nøkrum førum hugast visjónert og stórt. Henda verkætlan fer at skapa neyðugu karmarnar um eina infraskipan, sum kann verða við til at menna vinnuliga virksemið í sambandi við inn- og útflutning og eisini ferðavinnu.

Tórshavnar Havn skal virka sum ein flutningsmiðstøð fyri allar Føroyar og gerast ein Vakstrardepilin í Norðuratlantshavi – ein politisk visjón fyri høvuðsstaðin, sum Sambandsflokkurin tekur undir við.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur fyri Sambandsflokkin