Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HØVUÐSSTAÐARGRUNNURIN LATIÐ STUÐUL

Endamálið hjá Høvuðsstaðargrunninum fyri útnorður er at styrkja fatanina og samstarvið millum borgarar og politikarar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk við at stuðla mentanarligum virksemi og undirvísing.

Fæið í grunninum er peningur, sum Reykjavíkar kommuna, Tórshavnar kommuna og Nuuk kommuna játta árliga. Grunnurin játtar hvørt ár verkætlanum tilsamans 300.000 kr.

Á fundi 24. mai í 2013 í Nuuk hevur nevndin viðgjørt innkomnu umsóknirnar og gjørt av at játta hesum verkætlanum stuðul:

• Tórshavnar Kamarkór: Konsertferð til Reykjavíkar. Kórið hevur konsert saman við kórinum Hjlómleyki í Hørpuni og egna konsert í Hallgrímskirkjuni. Kórverk er skrivað til ferðina, og endamálið er at knýta bond og læra av royndunum hjá hvør øðrum.

Játtaðar eru 30.000 kr.

• Frigg Festivalurin við Hans Peturi í Brekkunum: Endamálið er at skipa fyri einum árligum tónleika- og mentanarfestivali á Grønlendska Handilsplássinum í Keypmannahavn við listafólkum úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark.

Játtaðar eru 60.000 kr.

• Havnarkórið við Jannie Bjørgvin: Endamálið er ein konsertferð til Reykjavíkar at framføra Messias hjá Händel.

Játtaðar eru 20.000 kr.

• Edvard Nyholm Debes: Endamálið er tvær konsertir í Reykjavík við Sigurði Flosasyni á saxofon og tvær konsertir í Nuuk við Jim Milne á klaver, harmoniku og øðrum ljóðførum. Verkstovur verða í Nuuk.

Játtaðar eru 10.000 kr.

• Aqqaluk Petersen: Endamálið er kanningararbeiði í sambandi við eina møguliga BA-uppgávu um ICE-SAR Iceland, sum fyribyrgir, samskipar og stendur fyri bjarging í Íslandi. Vitjanin hjá ICE-SAR Iceland skal vísa, um ein tílík tænasta kann brúkast í Grønlandi, ella um ið hvussu er royndir kunnu fáast úr Íslandi. Vitjanin skal enda við eini BA-uppgávu um vanlukku- og váðastýring.

Játtaðar eru 5.000 kr.

• Svimifelagið í Nuuk: Endamálið er ein venjingar- og stevnuferð. Skipað verður fyri stevnu við ungum og javnsterkum svimjarum úr Nuuk og Tórshavn. Ferðin fer at geva ungum talentsvimjarum avbjóðingar, fyrimyndir og íblástur til at halda fram at svimja.

Játtaðar eru 30.000 kr.

• Iluliaarag: Endamálið er at útbúgva og førleikamenna tveir persónar. Fáast skal til vega nýggjur íblástur til framhaldandi arbeiðið í Iluliaaraq til gagns fyri børn og vaksin í Grønlandi, og knýtast skulu nýggj norðurlendsk bond. Haraftrat er ætlanin at vitja myndlistaskúlar, læra av royndunum hjá hvør øðrum og skapa mentanarliga menning. Umboð verða við í einum norðurlendskum seminari í myndapedagogikki í Havn í summar, sum kallast “Fugl, fisk, fjeld og faldgruber.” Ferðast verður umvegis Ísland, og vitjað verður á myndalistaskúlum í Reykjavík.

Játtaðar eru 15.000 kr.

• NAPA við Katju Vahl: Endamálið er útnorðurdagar í Nuuk. Fyri fyrstu ferð verða hildnir útnorðurdagar í grønlendska høvuðsstaðnum. Listafólk innan mat, tónleik og film hittast har 13.-15 september. NAPA stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Katuaq.

Játtaðar eru 50.000 kr.

• Nuuk Shotokan Karate Do við Kristian Frohn: Endamálið er, at Nuuk Shotokan Karate Do hevur eitt mentanarligt og ítróttaligt samstarv við karatefelagið Thórshamar í Reykjavík. Felagið vil lata heimin upp fyri teimum ungu, tí nógvir av næmingunum hava ongantíð verið uttan fyri Nuuk ella Reykjavík. Endamálið er at geva ungu íðkarunum eina betri fatan av plássunum mentanarliga og ítróttaliga.

Játtaðar eru 20.000 kr.

• Talvfelagið Hrókurinn: Talvfestivalur til minnis um Jonathan Motzfeldt. Festivalurin hevur til endamáls bæði at styðja upp undir talvsiðvenjuna í Grønlandi, styrkja vinarbondini millum Ísland og Grønland og æra minnið um Jonathan Motzfeldt.

Játtaðar eru 34.800 kr.

• Steindór Árnason: Tónleikaligt og mentanarligt samstarv. Endamálið er kanna keldur viðvíkjandi tónleiki og sangi í Norðurlondum í fornøld. Nýtt verður bæði gomul og nýggj tøkni. Bólkurin arbeiðir við ungfólkum í eina viku, og endað verður við eini felags konsert. Sum partur av verkætlanini verður konsert í Katuaq 17. august og eisini skeið í samstarvi við tónleikarar á staðnum. Viðurkendir tónleikarar leggja lag á.

Játtaðar eru 34.800 kr.

• Ólafur Egilsson “Way up North”: Endamálið við verkætlanini byggir á eina samstarvsavtalu um at gera eina sjónvarpsstuttrøð, sum verður framleidd í Íslandi. Upptøkurnar verða gjørdar í Tórshavn, Reykjavík og Nuuk. Søgan byggir á veruligar hendingar, sum knýta saman tey trý londini, og sum kunnu vera við til at lýsa lívið í teimum trimum høvuðsstøðunum, ið allir hava felags áhugamál og lagnur.

Játtaðar eru 19.500 kr.

• Hallgerður Hallgrímsdóttir “Móðirlandið”: Verkætlanin hevur til endamáls at skjalfesta fyrrverandi donsku hjálondini, Føroyar, Grønlandi og Íslandi, við fotomyndum. Í dag hava hesi londini ymisk sambond við Danmark. Ísland er sjálvstøðugt, og Føroyar og Grønland hava sjálvstýri. Verkætlanin “Móðirlandið” verður eitt visuelt listaverk, har mentan og gerandislív hjá fólkunum í londunum verða granskað og skjalfest.

Játtaðar eru 10.900 kr.

Í Høvuðsstaðargrunninum fyri útnorður eru níggju limir, teir tríggir borgarstjórarnir og tveir aðrir býráðslimir úr hvørjum landi. Fyri Tórshavn sita Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, 1. varaborgarstjóri, og Elin Lindenskov, 2. varaborgarstjóri, í nevndini. Umboðini fyri Reykjavík eru Jón Gnarr, borgarstjóri, og Dagur B. Eggertson og Sóley Tómasdóttir. Fyri Nuuk eru Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri, og Per Berthelsen og Malene Lynge í grunninum.