Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam

Høvi er nú at gera fiskivinnuna til høvuðsmotorin, sum skal skapa vøkstur

Búskaparráðið: Tíðindabræv 3.september 2012:

Búskaparráðið frøist um, at løgtingið nú hevur sett sær fyri at endurskoða allan fiskivinnupolitikkin. Hetta høvi eigur at nýtast til at skipa fiskivinnuna, so at hon aftur fer at geva yvirskot. Verandi fiskivinnupolitikkur skal ikki bert dagførast, men dirvi skal til at gera grundleggjandi broytingar. Fiskidagaskipanin og umsitingin av fiskirættindum klára ikki at gera fiskivinnuna til tann høvuðsmotorin, sum skal skapa vøkstur aftur.

”Vit eru í eini støðu, har okkara høvuðsvinna ikki gevur yvirskot, samstundis sum fiskastovnarnir bara minka. Sjálvandi ber tað ikki til. Seinastu árini hava vit dagført og tillagað, men vit hava ikki rokkið málinum um eina fiskivinnu, sum gevur yvirskot.” sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.

”Sjálvsøgdu málini skulu vera, at fiskiskapurin undir Føroyum aftur skal bera seg, vit skulu uppbyggja fiskastovnarnar aftur, landskassin eigur at fáa størri úrtøku úr tilfeinginum, og løgtingið skal ikki áseta fiskidagarnar. Vit mugu leggja okkum eftir at reka fiskivinnuna lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygt. Hetta ber til, men so mugu vit tora at gera veruligar broytingar og ikki bara dagføringar”, sigur Thomas Dam.

Makrelbýtið í summar vísti, at landsins virði vórðu latin mestsum ókeypis og óskipað til útvaldar skipabólkar. Her skulu greiðar leiðreglur gerast. Bæði vinnan og borgarin eiga greitt at vita, hvussu landsins ríkidømi verður býtt. Býtið skal gerast eftir marknaðarligum leisti og ikki sum nú – mest einum politiskum leisti.

Thomas Dam vísir á, at vit eiga at umhugsa, um ein kvotaskipan fyri partar av fiskiskapinum undir Føroyum, hevði egnað seg betur at rokkið málinum um lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggan fiskiskap.

Hitt høvuðsevnið í frágreiðingini er arbeiðsloysi – serliga arbeiðsloysi millum ung og langtíðararbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið varð í juli mánað í ár uppgjørt til 5,4 prosent, og tað er høgt í føroyskum høpi. Tá ið arbeiðsloysið er høgt, er vanligt, at fólk flyta í grannalondini at arbeiða ella at útbúgva seg. Soleiðis er gongdin nú.

“Frægasta amboðið at minka um og forða fyri arbeiðsloysi er at geva øllum møguleikan at útbúgva seg víðari. Tað er umráðandi, at eisini fólk, ið eru komin nakað upp í árini, kunnu víðariútbúgva seg. Fyri at forða fyri arbeiðsloysi millum ung og at fráflytingin tekur enn størri dik á seg, er neyðugt at skipa fleiri útbúgvingar í landinum.” vísir formaðurin í Búskaparráðnum á.

“Vit eiga eisini at eggja teimum ungu at fara í læru ella í skúla fyri, at tey sum longst kunnu hava tilknýti til Føroyar. Hetta fer at minka um fráflytingina. Miðnáms- og teknisku skúlarnir skulu kunnu taka fleiri næmingar inn, og fleiri hægri útbúgvingar eiga at verða settar á stovn. Eisini skulu bæði privatar fyritøkur og almenn arbeiðspláss eggjast at taka inn fleiri lærlingar. Hetta letur seg gera, uttan tær stóru fyrireikingarnar og uttan stórar útreiðslur.”

Fleiri ítøkilig uppskot til tiltøk og broytingar eru í frágreiðingini, sum kann lesast á www.buskap.fo