Horvnu víkingarnir
Nýggj barnabók er komin í bókahandlarnar. Heitið er “Raketbrødrene: De forsvundne vikinger”.
Tað er danski miðlamaðurin Preben Dahl, ið skrivað hevur bókina. Hann er føddur í 1963 og er blaðmaður og rithøvundur.
Hann hevur arbeitt á ymiskum bløðum, men seinastu mongu árini í danska sjónvarpinum.
Preben Dahl er giftur, er pápi at tveimum dreingjum og býr á Fjóni. Hugin at skriva fekk hann, tá hann var á eini ferð í Europu. Stígur kom í bøkurnar, hann læs fyri børnunum, so hann fór sjálvur undir at skriva.
Bókin “Horvnu víkingarnir” er í stuttum um unglingan Jonathan Dam, ið av misgávum finnur út av, at ein gomul røvarasøga kanska er sonn.
Tað elvir til hættisliga kapping ímillum nakrar nærlagdar jarðfrøðingar og ein spreingisevnis-elskandi skattaleitara.
Um somu tíð fara “Rakettbrøðurnir” Jonathan og Kristoffer við foreldrum teirra til Føroya í heystfrí. Teir eru ikki í iva um, at her fara teir at njóta lívið. Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar, tí við eitt eru teir miðdepilin í eini hættisligari leitan eftir einum risastórum søguligum skatti.
Umsetast
Preben Dahl hevur sett seg í samband við eitt føroyskt forlag um at umseta bókina til føroyskt, og vónar hann, at hetta verður gjørt í næstum.
Næstseinasta heyst var hann saman við elsta soni sínum, Jonathan, í Føroyum fyri at at leita sær íblástur. Teir búðu á einum vallaraheimi í Havn og fóru mangan biltúrin fyri at skoða veðurbardu náttúruna á fjarskotnu oyggjunum í Norðuratlantshavi. Bókin var liðugt skrivað seinasta ár og varð sett á handilshillarnar í januar 2012.
Orsøkin til, at innihaldið alt er úr Føroyum, er, at óvanliga fáar bøkur um Føroyar fáast til donsk børn. Í Horvnu víkingunum fáa tey eitt innlit í náttúruna og menniskjuni, ið har búleikast samantváðað í einum sonnum action-drama við beinagrindum, spreingievni og óreinum búrkroppum. Og sjálvandi eisini einum røskum, fryktaleysum føroyskum dreingi.
----
Nú riggar at keypa blaðið á netinum
Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html