Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hommage á Ruth Smith: Sjálvsmyndir: Torbjørn Olsen 1972-2013

Fríggjadagin 5. apríl 2013 kl. 16.00 letur framsýning upp í Gallarí Stephanssonshús. Framsýningin er opin hvønn dag millum kl. 16 og 18 til sunnudagin 21. apríl.

Inger Smærup Sørensen

Sjálvsmyndin hevur, síðani glasspegilin varð uppfunnin í endurburðartíðini, flutt seg frá mytologiskum sjálvstulkingum til sjálvspei, frá romantiskum ímyndum um skapandi úrmælingin til sálargreinandi áhuga fyri egpersóninum, frá eftirgerðum av heilstoyptum treytaleysum einstaklingum til kanningar av ymiskum samleikum og frá speglingum av listafólkasálini og tilveruligu korum hennara til framleiðslur av einum nýggjum egpersóni.

Øll hendan sjálvslýsingin, sjálvskapanin, sjálvbrandingin og sjálvsæviliga avmyndanin, sum onkursvegna er partur av øllum sjálvsportrettum er ikki tað, sum Torbjørn Olsen hevur størstan áhuga fyri. Hann hevur í meira enn fjøruti ár teknað og málað seg sjálvan óteljandi ferðir og hann heldur, at har er eingin umbering,tí mann altíð kann tekna seg sjálvan. Við hesum meinar hann kanska, at verksin savsendari og myndevni er ein og sami persónur, at listamaðurin sjálvur er tilfarið hjá listini, og at tað tessvegna ikki er nakar møguleiki fyri at sleppa undan nøkrum, men eisini meira ítøkiliga, at modellin altíð er tøk, og at eingin umbering er fyri ikki at tekna, fyri ikki at halds sína list í gongd, og at sjálvsportrettið sostatt ikki er øðrvísi enn restin av hansara verkum.

Tí øll verkini hjá Torbirni Olsen innihalda sjálvsæviligar lutir, hann teknar og málar alla tíðina sítt egna lív, og tað er listamansins egni heimligi heimur vit, sum áskoðarar verða bodnir inn í. Hann teknar listafólk, vinir, elskarindur og familju og hann málar sín bý og landslagið sum hann sær útgjøgnum sítt vindeyga. Í hansara myndum síggja vit brøður hansara eldast, og vit kunnu fylgja við, hvør vitjar hann í atelierinum. Vit kunnu fylgja listamanninum úr einum bústaði til ein annan og síggja hvussu hansara útsýnið broytist, tá hann flytir í eitt nýtt atelier. Hetta gevur okkum kensluna av einari sterkari persónligari nærveru. Listamaðurin setur ongar forðingar millum okkum og myndina, har eru ongar hurðar, vit fyrst skulu lata upp, vit kunnu stíga beinleiðis inn. Onkuntíð er nærveran so sterk, at tað er sum um vit kenna tey portretteraðu ella tað kennist sum útsýnið hjá listamanninum er okkara egna, men brádliga kann tað skifta, tað persónliga gerst ópersónligt og ístaðin fyri nærveru kemur frástøða millum okkum og myndevnið.

Øll verkini hjá Torbirni Olsen og kanska serliga sjálvsportrettini, frá portrettunum av tí unga álvarsliga listlesandi manninum til portrettini av tí búna, skynsama listamanninum innihalda ein dupultleika. Tey hava okkurt skroypiligt og sterkt, okkurt varandi og broytandi, okkurt ítøkilig og óítøkiligt og fram um alt eina intensa nærveru og okkurt, sum vit kanska kunnu kalla fráveru, kanska frástøði ella fremmandleika. Verkætlanin er nevniliga um hann málar seg sjálvan ella onnur myndevni at koma so tætt upp á menniskjað og náttúrunnar form og lyndi sum møguligt og tessvegna rannsakar hann ikki bert sítt myndevni eins og ein góður vinur, hann rannsakar tað sum ein granskari, sum ynskir at kenna allar tess loynidómar. Torbjørn Olsen hevur røntgeneygu, sum objektivt kanna myndevnið hóast myndevnið næstan altíð er persónligt fyri hann. Harvið kemur hesin dupultleikin, sum er eyðkendur fyri listina hjá Torbirni Olsen, har tað kliniska eygnabragdið hjá listamanninum granskar tað persónliga og nærverandi, so tað skapar eina fjarstøðu.

Tað er tí, at sjálvsmyndirnar eru so áhugaverdar, tí Torbjørn Olsen blívur við at hyggja til tað ikki er meira at síggja. Hansara støði er, at øll list er sjálvsævilig og persónlig og hann sum listamaður skal sóknast alsamt djúpari í sínum myndevni og síggja tað, sum vit onnur ikki síggja. Hetta krevur, at hann alla tíðina hyggur og at hann ala tíðina teknar og málar, og eg eri vís í, at Torbjørn Olsen eisini teknar og málar, tá hann ikki ger tað. Tá hann etur, tá hann lesur og tá hann spákar, hugsar hann um at mála og tekna. Tá hann svevur droymir hann um at tekna og mála.

”Har er eingin umbering, mann kann altíð tekna seg sjálvan”.