Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hollendararnir farnir afstað aftur

19. august 2011, skrivaði Oyggjatíðindi m.a.:

Mánamorgunin, 18. juli 2011, vórðu allir fangarnir í Mjørkadali pakkaðir niður, sum flogfrakt. Teir blivu sendir til Danmarkar, har teir skulu sita til umhvørvisfelagsskapurin hjá Poul Watson, ikki longur er ein vandi fyri hvalaveiðuna í Føroyum.

Hesi tíðindi komu ongantíð fram til heimalombini hjá løgguni í Einglapressuni. Ikki tí, at hetta ikki hendi. Tvørturímóti.

Filosofiin er bara tann, at nevnir Einglapressan ikki eina hending, so er hon ikki farin fram.

Soleiðis verður samfelagið villeitt, men hendingin fór fram:

Fyri hvønn føroyskan fanga, vóru tveir fangavørðar við. Tá donsk fongsul eru tiltikin góðir leverandørar av narkotika, kunnu fangarnir onkusvegna uppfata hetta, sum ein av víðagitnu innkeypstúrunum hjá Atlantsflogi, sum forrestin skjótt skiftir stjóra.

Sum skilst, koma føroyingarnir ikki heimaftur í Mjørkadal, fyrr enn Watson er farin avstað aftur úr føroyskum sjóøki, tí tað skal vera pláss fyri limunum í umhvørvisfelagsskapinum, um tað eydnast at taka nakran, meðan teir eru í landinum...

Men í Danmark hava føroyingarnir helst onki í móti at liggja veðurfastir í hash-tokuni í Vestre Fængsel, har Mjørkadalsfangarnir sita fyri at geva pláss til Watson.

Watson hevur ikki verið annarleiðis enn aðrir summargestir. Hann hevur siglt aftur og fram, inn og út av firðunum.

Og løgmaður hevur givið umsitingini boð um ikki at samskifta við mann ella felagsskap, sum bæði er brot á fyrisitingarlógina, og ikki minst um ST-samtyktina um talufrælsi hjá embætisfólkunum.

Men alt hetta vikar ikki við, at Mjørkadalsfangarnir vórðu koyrdir til Danmarkar fyri at geva pláss til Watson, sum bara ongantíð kom í Mjørkadal.

Og, tað er ikki mjørkatos.

Og nú fóru "Hollendararnir" afstað aftur hósdagin.