Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hølini undir Sambýlinum á Heygnum verða nú endaliga innrættað

Klaksvíkar Kommuna hevur skrivað undir ein byggisáttmála við Malltek Sp/f um eina heildararbeiðstøku fyri arbeiðið at innrætta sunnaru helvt av kjallaranum undir Sambýlinum á Heygum, ið skal nýtast til virksemið innan eldraøkið.

Frammanundan er norðari partur av kjallaranum liðugt innrættaður og verður brúktur av Nærverkinum/Økisterapiini. Sunnara helvtin av kjallaranum hevur staðið óinnrættað, og tað er henda, sum Klaksvíkar Býráð nú – eftir tilmæli frá Sosialu Nevnd – hevur samtykt at innrætta, so hesi høli eisini kunnu koma teimum eldru tilgóðar.

Ætlaða virksemið í hølunum verður nærri lýst í reglugerð. Talan verður um eitt stórt høli við møguleika fyri at skildra av við skilaveggum. Umframt vesi skal gerast ein minni køkur.

Í inniverandi fíggjarætlan fyri 2012 hevur býráðið sett pening av til hesa íløguna, og setti býráðið ein arbeiðsbólk at hava eftirlit við verkætlanini, har umboðini eru hesi:

• Elsba Lutzen, umboðandi Nærðverkið í Norðoyggjum

• Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur í Nærverkinum í Norðoyggjum

• Erik Andreasen, umboðandi vistarheimsnevndina (rindaðu fyrru verkætlanina)

• Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu og forkvinna í bólkinum.

• Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, sosialnevndarforkvinna, er eygleiðari í arbeiðsbólkinum.

Býráðið hevur samtykt at seta Hans Hendrik Mikkelsen, verkfrøðing til at verða tekniskur fremjari á verkætlanini, og Sosiala Deild er umsiting hjá bólkinum.

Arbeiðið var boðið út sum bundin heildararbeiðstøka, og komu inn 2 boð, eitt frá Norðhús og eitt frá Malltek, sum átti tað lægsta boð.

Týsdagin 29. mai 2012 skrivaðu Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Andrias Josephsen frá Malltek undir sáttmálan, har samlaða sáttmálaupphæddin er kr. 982.197,51 uttan mvg, og tíðarætlanin sigur, at arbeiðið skal verða liðugt tann 1. september í 2012.

Tá arbeiðið er framt, er kjallarahæddin liðugt innrættað, og verður samlaða gólvíddin einar 500 fermetrar, sum fevna um hølir til fysio- og ergoterapi, te-køk, felagshøli, vesirúm o.o.