Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hole in one á Glyvursnesi!

Eitt leigugjald uppá 5.000 krónur um árið og so nakrar 100.000 krónur í endurgjaldi fyri mist vetrarbit í sambandi við lendið, sum kommunan skal leiga frá Búnaðarstovuni til golfvøll á Glyvursnesi. Tað ljóðar gott, løgmaður!

Tí hetta var sanniliga greið tala frá løgmanni, nú hann í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið greiddi frá avtaluni millum landsstýrið og kommununa um lendið til golfvøll á Glyvursnesi.

Hetta var ein boðskapur í fullum samsvari við viljan hjá vinnunevnd løgtingsins, tá hon í vár viðgjørdi broytingaruppskot til lógina um landsjørð, ið skuldi geva kommunum møguleika at leiga festijørð til almentgagnlig endamál.

Tórshavnar kommununa er ikki smálig, hatta skulu vit finna út av, løgmaður.

Men hetta er í himmalrópandi andsøgn við kravboðini frá Búnaðarstovuni um fyrst at avgreiða endurgjøld fyri fleiri enn 10 milliónir til festararnar á Glyvursnesi, áðrenn nakað leigumál kemur uppá tal.

Endurgjald

Búnaðarstovan fekk ikki tað lógaruppskot í gjøgnum tingið, sum hesin landsstovnur hevði ætlað. Har varð lagt upp til, at endurgjøld skuldu fella til festararnar sjálvar og ikki til festið. Hetta lat upp fyri óhepnari spekulatión eftir pengum frá kommununum fyri leigu av landsjørð.

Vinnunevnd løgtingsins legði uppí og steðgaði hesum. Sambært lógini er endurgjaldið fyri mist vetrarbit og mista fóðurframleiðslu. Vinnunevndin legði eisini áherðslu á, at avtalur framhaldandi skulu gerast millum Búnaðarstovuna og kommununa, og tað tí ikki er einstaki festarin, sum skal samráðast við kommununa um endurgjald.

Men tað heldur Búnaðarstovan ikki. Tvørturímóti, so hevur Búnaðarstovan beinleiðis ráðgivið sínum festarum um sjálvir at samráðast við kommununa um endurgjøld, og har lagt upp til krøv um endurgjøld langt út yvir bit og fóður.

Tað er so, at tað er Búnaðarstovan, sum ger inntrivið í festið, tvs., tekur aftur nýtslurættin frá festarunum. Búnaðarstovan leigar síðan lendið til kommununa.

Eru endurgjøld út yvir vetrarbit og fóðurframleiðslu, so framganga tey ikki av nýggju § 7a í lógini um landsjørð. Í álitinum frá vinnunevndini kemur heldur ikki slík fatan fram, tí nevndin legði dent á skipaði viðurskifti.

Og tá so er, so má tað vera tann, ið ger inntrivið, t.e. Búnaðarstovan, sum ber møgulig onnur endurgjaldskrøv til festararnar.

Hole in one!

Kommunan hevur fund við landsstýrismannin í landbúnaðarmálum í næstu viku. Við støði í greiðu útsøgnunum frá løgmanni verður hetta helst ein stuttur fundur, og tað er gleðiligt.

Landsstýrið og kommunan hava drigið eina línu at fáa oyggjaleikir aftur til Føroya, og báðir partar hava vitað, at serlig tøk skuldu takast í mun til krøvini um golfvøll.

Hesum málið røkka vit, nú lendisspurningurin verður greiddur, og kommunan kann fara undir arbeiðið av byggja golfvøllin.

Heðin Mortensen

borgarstjóri