Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hol í eftirlitinum

ARBEIÐSUMHVØRVIÐ: Arbeiðseftirlitið er so undirmannað, at stovnurin hevur slett ikki orku at hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum, hóast hann hevur lógarfesta skyldu til tað. Ímeðan verða fólk í hópatali sendi til hús við strongd. Politikararnir mugu vakna, áðrenn prísurin verður hægri enn samfelagið orkar at bera

Eftirlitið, sum sambært lógini um arbeiðsumhvørvi, skuldi verið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum í Føroyum, finst ikki - yvirhøvur.

Hóast ein nýggj kanning gevur eina greiða ábending um, at strong kostar einstaklingum, familjum, arbeiðsgevarum og samfelagnum sum heild í dýrum dómum, so hevur Arbeiðseftirlitið slett einki eftirlit við hesum partinum av arbeiðstrygdini.

Orsøkin er, at stovnurin er so niðurpíndur, at hann hevur ikki fólk at taka sær av eftirlitinum við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á føroyskum arbeiðsplássum, hóast hann hevur lógarfesta skyldu til tess.

Bert hálva manning

Í sambandi við, at Starvsmannafelagið hevur latið gera stóra kanning um strong, er komið fram, at ógvuslig hol eru í arbeiðseftirlitinum.

Arbeiðeftirlitið varð avtikið sum sjálvstøðugur stovnur fyri trimum árum síðani. Stovnurin hevur í dag bert 5 eftirlitsfólk í starvi, sum einans klára at røkja tær mest átroðkandi uppgávurnar.

Skal stovnurin virka nøktandi skal hann hava minst 10 eftirlitsfólk, sigur deildarleiðarin á Arbeiðseftirlitinum, sum hevur havt eitt standandi tilmæli til politisku skipanina, um at raðfesta eftirlitið hægri.

Kroyst arbeiðsfólk

Kanningin um strongd avdúkar, at hetta er eitt minst líka stórt vandamál fyri fólkaheilsuna í Føroyum sum aðrastaðni. Og at eftirlitið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum er sum ein opnahjallur, ger støðuna uppaftur meira álvarsama.

Ein uppraðfestingin av Arbeiðseftirlitinum er mett at kosta millum 2 og 3 milliónir. Hetta er tó lítil at meta afturímóti tí stóru milliónaupphædd, sum sjúkrafrávera orsaka av hørðum arbeiðstrýsti man kosta landskassanum á hvørjum ári.

Tískil er spurningurin um politiska skipanin hevur ráð at lata standa til.

Lesið meira um kanningina hjá Starvsmannafelagnum um strongd og ráðstevnuna, sum varð hildin í hesum sambandi. Lesið Starvsblaðið við at trýsta her: http://www.starvsmannafelag.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fstarvsmannafelag%2fsavn%2f105820+Starvsbla%26eth%3bi%26eth%3b_03_2014.pdf