Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgrareligiøsur ágangur eigur at fáa durafjórðingin í politiskum høpi

Teir (sum regul miðaldrandi og eldri menn, ið eru fastgróðnir í svørtu uttanatslæruni og harvið bókstavskristindóminum við jødalæru uttan dýbdiboringar og tulkingum - bert turrgeldur varrakristindómur uttan kærleiksboðskap - einans tvær útsagnir: tú skalt og tú mást ikki - í einum svingandi penduli).

Og hóast hetta, so føra teir sum oftast eitt sera ókristiligt lív, tá tað snýr seg um eitt rættvíst býti av Guðs gávum til fólkið sum heild. Tá fer hin ókristilig atburðurin ikki ov lítið. Ein sjálvur, vinir og kenningar kunnu ikki fáa nokk, meðan onnur kunnu fáa molarnar frá ´ríka høgramans borði´. Tá verður hvørki víst til høgru ella til vinstru, men bert til eg, meg og mítt, meðan kvøðið verður: Vertin á hvat annar fær, eg skal nøra mær. Hatta má vera niðurlagið hjá teim høgrareligiøsu. Hvussu kristiligt tað er, tað hevur ein og hvør loyvi til at seta eitt stórt spurnatekin við.

Soleiðis eru teir í øllum lívsins viðurskiftum. Og av somu orsøk flokkast teir um alt, sum kemur frá høgru, har andin um tað órættvísa býti er fast gróðursettur og tilbiðjin. Og meðan mong teirra liva í yvirflóð, fara mong fátøk svong í song. Hvat mundi Jesus sagt? Koyrið á høgra, tit eru sanniliga mínir dreingir – ella: Tykkara sjónleikur er mær ein andstygd. Ella: Hava tit lisið um ríka mannin og Lazarus? Ella kanska okkurt heilt annað. Møguliga og helst hevði hann at enda sagt: Børn míni, elski hvørt annað – og tað sjálvt um hann væl visti, at hann tosaði fyri deyvum oyrum.

Við óndskapi róku teir gentur, ið vóru við barn, av landinum, ið staðin fyri at verið góðir við tær og givið teimum eina hjálpandi hond. Men høgrakristindómurin slær – hann kínir ikki. Fólk skulu rætta seg inn – ikki leika frítt og njóta lívið, ið Guð okkum gav – við teimum feilum, sum lívið nú einaferð førir við sær.

Høgra hevur mótarbeitt javnstøðu – og eisini í hesum førinum brúkt Bíbliuna at steina við. Kvinnur hava fingið av at vita, tá umboð bandittafloksins hava víst tenn. Hetta ljóðar ótrúligt, men fyri relativt fáum árum síðani, arrangeraðu hesir – við yvirbandittinum Óla – fyri demonstratión móti bygging av barnagarði, tí høgrakristna og høgrapolitiska yvirbevísing teirra var, at pláss kvinnurnar er við kjøtgrýtirnar heima við hús, og at børnini skuldu vera heima hjá mammuni. Kvinna kenn títt pláss, var sloganið og er tað enn á ytsta høgraveingi, hóast tað tynnist í fundamentalistaskaranum. So upplýsing gagnar og vinnur á høgrapropagandaðini. Sig so tað.

Fyrst í 80-unum kom AIDS við stormferð á pallin kring næstan allan heim. Skúlarnir, ið annars undirvístu í seksualundirvísing, høvdu ætlanir um at taka aids við í undirvísingina. Men tey høgraradikalu og/ -religiøsu settu hælarnar í og blástu seg upp, har skuldi eingin aida-undirvísing verða framd. Og høvuðsorsøkin var tann, at hítin var einasta verjan móti aids, men hetta bleiv útlagt sum um, lærararnir vildu læra næmingarnar at fáa sær eitt, tí hítin vardi, og annars skuldi eingin fáa sær eitt lítið, fyrrenn tey vóru gift.

Har hava vit aftur tey høgrakristnu, sum halda fast: onki sex áðrenn hjúnabandið er ordnað, tí, soleiðis átti tað at vera, og soleiðis hevði tað altíð verið. Men hetta er kølasvørt lygn, tí við at hyggja eftir fyrstfødda fyri kanska 50 árum síðani, so eru mong av teimum fyrstuføddu bert fáar mánaðar í móðurlívi – kanska 6 ella 7 – og tá vit spurdu um, hví so var, var standardsvarið, at barnið var føtt ov tíðliga. Go´morgen, sum danir plaga at siga í tílíkum førum. Sjálvandi var tað rætt, at upplýsa tey ungu um stóra vandan og um fyribyrgingina, skuldi onkur dottið útí. Tað snúi seg hóast alt um lív ella deyð.

Tey høgrareligiøsu fóru annars at tosa um aids sum Guðs straf, og so annars tað vanliga nonsens, tá vitanin vantar, men okkurt skal sigast. Annars var tað nógv, ið týddi upp á, at amerikumenn høvdu útviklað aids sum kríggsvápn og síðani avprøað ´produktið´ í fongslum og millum svørt, sum vóru tey fyrstu, ið fingu aids og doyðu av tí. Aids var sloppið út, og hvørki amerukumenn ella onnur kundu steðga sóttini. Hetta er trúligt, men ikki prógvað. Hinvegin sigur tað seg sjálvt, at eingin viðgongur seg sekan í meiningsleysum hópdrápi. Men at tað skuldi - sum tey høgrarelkigiøsu hildu upp - vera Guðs straffur er milt sagt ørvitismannatos og sera stór mistrúgv og misálit á sama Guð, sum mann annars hevdar, at mann trýr á. Ein stór høgrafløkja. Nul kærliki bert ein revsandi Guð. Syrgiligt. Kanska hvílir høgrareligiøsiteturin á sadismu. Ræðuligt.

Í 80-unum gjørdu tey høgrareligiøsu enntá føroyskan dans í skúlunum til eina alvorliga synd. Hevur nakar hoyrt so galið. Men Gud ske lov, máttu tey stinga pípuna inn, kanska tí tey sóu, at har vóru tey gingin ov vítt, og at kvæðini hoyra til okkara søgu og mentan. Mark skal vera fyri galskapinum.

Og høgra hevur syrgt fyri, at kvinnur, sum av eini ella aðrari orsøk vilja hava framt fosturtøku, hava verið noyddar at fara av landinum til Danmarkar. Annars er tað kvinnan , ið á allar hættir tekur ábyrgdina av tí, ið hon fremur ella ikki fremur bæði í lívinum og eftir deyðan, um tað er tað, ið høgra er bangin fyri. Teir verða so ikki skuldarbundnir fyri nakað, sum teir ikki hava framt. Annars hava teir - uttan hjálp frá øðrum - ríkiligt at taka sær av í so máta, tað gongur jú sjón fyri søgn. Onnur eiga bara hvønn dag at fáa víst kærleika og eina hjálpandi hond, serliga tá á stendur. Men tað knípur tað so sanniliga við. Geldur kristindómur. Bert orð, orð orð- ongin kærleiksgerð, bert egoistiskar handlingar: tú mást ikki – tú skalt, tí tað sigi EG.

Og tað síðsta, sum eg síggi í miðlunum nú er, at ein 70 ára gamal maður ger seg meira betrivitandi enn allar kvinnurnar tilsamans í spurningunum um fosturkanningar, har hugt verður eftir støðuni hjá, fostrinum, um tað hevur Down Syndrom ella eitthvørt annað, sum kann føra álvarslig brek við sær. Í Danmark kunnu kvinnur abortera, í omanfyri nevndu førum. Men Karstin, ið ikki hevur verið ella nakrantíð kemur í nevndu støðu – bæði vegna aldur, men eisini vegna kyn, hevur út frá høgrareligiøsum innlitum nakrar sigandi viðmerkingar í miðflokkahami:

Eg ivist í, hvussu jaligt, tað er fyri kvinnurnar at hava hesa vitan, (um fosturstøðuna). Hví skulu kvinnurnar kunna tonkja og taka støðu, tá Karstin kann gera tað fyri tær? Sjálvandi fer hann at leggja allar tær forðingar í vegin fyri fosturkanningum í Føroyum-. Høgrakristindómurin hevur og setur síni egnu mørk út frá egnum kriterium, ið annars onki hava við kvinnur og fosturkanningar at gera. Tí vera kvinnurnar at fáa sær hjálp og vegleiðing á donskum sjúkrahúsi. Danir vevja ikki alt upp í eina ellubita, har hvørki høvd ella hali er í

Guð í himlinum skal seg forbarma yvir, tað betrivitan høgra siglir runt við. Munnu teir rodna, tá teir stýra og kúga øðrum? Eg ivist stórliga. Kvinnur vísið tykkara virði og krevjið tykkara rætt. Hvørki meira ella minni. Høgrasa tyrannisering má fáa ein enda, og tað heilt skjótt, hetta kann ikki blíva við, tað sigur seg sjálvt.

Ein alneyðug uppgerð við høgrapolitik og høgrareligiøsitet viðførir automatiskt eisini eina uppgerð við bandittaflokkin, tí hann hýsir øllum tí grundleggjandi óndskapinum, ið førir til kúgan og órættvísi.

Altavgerandi fyri sigri á høgra er upplýsing, upplýsing og aftur upplýsing. Vit síggja og hoyra í heilum, hvussu bagnir teir eru fyri miðlunum, tí teir – bæði hava so nógv at krógva, ið ikki tolir dagsins ljós og hartil nógva propagandu, ið skal út og heilavaska hvørt smábarn.

Men tað er als ongin ivi um, at vit fara at klára at fella høgra til komandi val, um hvør maður og hvør kvinna sum eru í okkara parti gera sína skyldu. Leysliga eftir Churchill, sum – hóast øgiligan ágang og vána odds – sigraði.

Dagfinnur Danbjørg.