Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgraradikalur og kapitalistiskur ágangur

Teir hava jú í mong ár gingið hond í hond og fingið býtt samfelagsvirðini sínámillum Fjøldin hevur síðani fingið 'molarnar frá ríka mans borðið'. Mong eru farin svong til songar meðan frívilligir hjálparar hava fingið sparkið frá m.ø. vg. Ongin náði – bert kúgan. Hetta er vert at leggja sær í geyma nú politisku høgraradikalu og kapitalistisku kanónirnar peika móti samgonguni. Teir eru akkurát sum óargarligir og stokkfornermaðir óvitar, sum ikki halda seg hava fingið tey privilegiir, teir hava havt, og sum teir halda seg eiga fram um øll onnur. Og nú skal samgongan bukast upp á pláss, so hon hoknar og gevur teimum sín vilja. Men so væl spælir klaverið heldur ikki, serliga um vit, ið hava valt sitandi samgongu, í orð og tal, í skrivt og í gerningum stuðla henni. Alternativið kenna vit, tí vit í mong Harrans ár hava havt høgrakúgararnir, sum harrar í húsinum, og tað mugu vera fáir vanligir føroyingar, ið ynskja sær at uppliva slíkt einaferð aftrat.  

Vit mugu leggja rygg til samgonguarbeiðið, og samgongan má leggja krop til eitt viðhaldandi stríð fyri okkum og okkara vælferð. Gloymi ikki sosiala arvin t.d. fólkapensiónina.

Við ynski um blíðan byr framyvir.

Dagfinnur Danbjørg.