Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgra letur runt roknað eitt oyra pr. íbúgva í menningarsamstarvi og serstakari menningarhjálp. Skommin er okkara

Vit fáa nú – helst ikki av tilvild –miðlakunning um menningarsamstarv og serstaka menningarhjálp fyri 2013 - íalt kr. 2,5 mill. kr. Hjálpin sigst vera givin innan heilsuøkir, útbúgving og til at menna haldgóða fyrisiting í Kenja, Togo, Nepal, Uganda, Etiopia og Palestina.

Eitt yvirlit yvir stødd og fólkatal kann kanska geva okkum eina hóming av, hvønn menningarhjálpin – í meðal – hevur verið givin til í nevndu 6 londunum:

Kenja 583.000 km2 – 14 ferðir Danm. 34,7 mll. Íbúgvarar

miðallivialdur: kvinnur 48 ár og fyri menn 49,7 ár

Togo 56.500 km2 4,5 mill.

-

Nepal 147.000 km2 27,0 mill.

 -

Uganda 236.000 km2 34,0 mill.

Helvtin av fólkinum er undir 18 ár.

Etiopia 1,1mill. Km2 94,0 mill.

-

Helvtin av fólkinum livir á fátækramarkinum.

Palestina 6.220 km2 3,0

-

Samlaða areal uml. 2. 128.700 km2 – og fólkatalið er uml. 200 mill íbúgvarar.

Hjálpin og/ella stuðulin var kr. 2,5 mill. kr

Hetta svarar runt roknað til eitt skallut eittoyra pr. íbúgva fyri árið 2013. Vit síggja væl, at Jørgin á viðløgdu myndini følir seg alt annað enn væl og møguliga átti at krógva seg handan tey myrku, ella eisini latið høgrabandan luttikið í lýsingarstuntinum við hansara høgru lið.

Tí innihaldið er fúl skomm, og lítil og ongin hjálp til annað enn eitt medmiskjansligt illa løstað immage, sum skjótt aftur skal á valvektina. Alt kann nýtast, og fólk leggja ikki til merkis, soleiðis verður tonkt og sagt, men lat okkum síggja, um fjøldin er býtt, sum hildið verður. Nei, langtífrá. Royndin kann einans miseydnast. Og Gud havi lov fyri tað.

Um vit føroyingar fingu hjálp eftir sama leisti, sum høgrasamgongan hevur nýtt í menningarlondum í 2013, so høvdu vit 50.000 íbúgvarar fingið ein einasta 500,- kr seðil at býta okkara millum. 1 oyra til hvønn. Og hvat høvdu vit tá tonkt og sagt? Harra jemini! Hvat tonkir høgravongurin, tá hann tonkir, ella um hann tonkir?

Í ævintýrinum billaði keisarin sær inn, at væl stóð til, at øll sóu tað, ið ikki var til, Men gakk – barnið var ikki manipulerað, men sá veruleikan og fekk øll hini at síggja afturum gyklingarnar. Kanska hava vit okkurt tílíkt barn ímillum okkum. Tað kundi verið befríandi. Tí fleiri høgravendir keisarar eru, ið trongja til at verða avdúkaðir í teirra lokabrøgdum

Sagt verður, at illa gitin reiðari fekk eitt fiskiloyvi fyri onki, men sum hann seldi spaniólum fyri 9 mill. kr. 4 ferðir stuðulin til tær 200 mill fólkini , ið umrødd eru í hesi grein. Ognararnir - føroya fólk -fingu ikki eitt reytt oyra. Høgra er altvaldandi. Eingi mørk, einans manipulatiónir.

Løgmaður vísir í sama miðli á, at broytingar í løgtings- og landsstýrismanna lønum og samsýningum viðførir, at landskassin í framtíðini fer at spara 4 mill. Ófatiligt at sparast kunnu nevndu 4 mill.kr., ið svara til uml 2 ferðir menningarhjálpina fyri eitt heilt ár, og at tað álíkavæl er ríkiligt eftir til lønir o.a.

Lønin hjá løgmanni fer úr uml. 58.000 kr. upp í 75.000 kr. um mðr. Hansara gullrandaða eftirløn verður ikki broytt, tí hon er fingin undir núverandi skipan. Sjálvandi er tað gott at fleskið verður skorið av, men ríkiligt er eftir, og tað skal helst vera so, so at m.a. mutur fær trong kor.

Og nú lesi eg – Guð hjálpi mær – at Kaj Leo og Co. lættliga kunnu spara 50 mill. kr. afturat í landsumsitingini uttan at tað fer at bila. Hetta havi eg ikki studerað enn, so frá mínari síðu eru tað bert upplýsingar, sum eg haldi vera áhugaverdar at bera víðari. Tað snýr seg hóast alt um 20 ferðir Jørginsa menningarhjálp.

Annars kann eg vísa á, at menningahjálpin helst skal vera 1 % av BNP. Danmark letur uml. 16 milliardir kr. í menningarhjálp. Seinasta BNP fyri Føroyar, ið eg havi sæð, vísti ca. 12 milliardir, ið svara til 120 mill (1%) í menningarhjálp Vit eru í fólkatali 100 ferðir færri enn danir, og skuldu so eftir fólkatalinum goldið 160 mill. kr. í menningarhjálp. Men rokna vit eftir okkara (BNP) – sum ikki er heilt nýtt – so er – sum áðurnevnt -okkara partur eftir yvirordnaðum málsetingum 'bert' kr. 120 mill. So tær 2,5 mill. kr. svara sostatt til uml. 2% av okkara parti í menningarhjálp fyri eitt ár. Tey 98% kunnu sostatt í staðin gjarast út til ”venner og bekendte” og potentiellar veljarar.

Men fólkið hevur allar møguleikar at fáa okkara felags skútu at broyta kós, so rættvísi og betri livikor vera fyri okkum øll – serliga fyri tey, ið størsta tørvin hava. Hetta krevur av okkum, at vit alla tíðina eru aktiv og halda fast við málið: Føroyar fyri øll - solidaritetur- har allur framíhjárættur er bannlýstur.

Dagfinnur Danbjørg.