Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgni Reistrup í Framsókn

Framsókn skal boða frá, at 31 ára gamli Høgni Reistrup verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. 

- Virðisgrundarlagið hjá Framsókn hyggur inn í framtíðina. Flokkurin ynskir eitt tíðarhóskandi og liberalt samfelag. Tað geri eg eisini, og tí bjóði eg meg fram til komandi løgtingsval, sigur Høgni Reistrup.

Hann er nýggjur í Framsókn, men hevur verið nógv at hoyrt seinastu árini serliga við bókini EXIT Føroyar, sum hann sjálvur annar ritstjórnaði.

-Vit bjóða Høgna Reistrup at vera vælkomnan í Framsókn. Vit gleða okkum at arbeiða saman við Høgna, sum er gløggur og framfýsin. Hann umboðar eisini eitt nýtt ættarlið av ungum, væl lærdum og víðskygdum føroyingum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

- Grundleggjandi haldi eg, at tey amboð, sum Framsókn hevur í amboðskassanum, eru tey røttu til at gera Føroyar til eitt enn betri land. Tá eg tosi við fólk, siga tey ofta, at virðini hjá Framsókn eru tíðarhóskandi. Eg eri púra samdur. Tað snýr seg um at taka burtur forboð og um at gera privata geiran til ein størri part av búskapinum, sigur Høgni Reistrup.