Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgni Mikkelsen ætlar sær aftur í býráðið

Aftur hesuferð havi eg játtað at lata meg uppstilla fyri Sambandsflokkin til Tórshavnar Býráð. Tað fall mær sera lætt at játtað at lata meg stilla upp, tí mítt hjarta brennur veruliga fyri Tórshavn og borgarunum, ið her búgva. Eg meti meg hava nakað at bjóða, og vil við skrivum fram til valið lýsa mínar ætlanir fyri Tórshavnar Kommunu.

Til hetta valið fari eg at fokusera serliga á trý hjartamál:

Bátahavn í Álakeri

Eg havi altíð arbeitt hart fyri viðurskiftunum hjá bátaeigarum í Tórshavn. Eg havi fylgt málinum, um at byggja bátahavn í Álakeri gjølla, og setti málið á skrá í Havnarnevndini, so umstøður vóru til at gera bátahavnina. Men tíverri rakk eg ikki inn í Býráðið til seinasta val, og vit síggja, at málið ikki er komið nakran veg. Mítt fyrsta hjartamál er, at vit fáa loyst bíðilistan eftir bátaplássum í Havn. Tískil er neyðugt, at ein rødd tosar hesa søk í býráðnum, og tað vil eg gera.

Kommunubúskapurin

Tað, at vit í Tórshavn hava livað yvir evni seinastu árini hevur ført við sær, at kommunan hevur fingið eina skuld. Einki bendir á, at hendan gongdin undir sitandi meiriluta steðgar. Í dag rinda Havnaborgarar pening í rentum ið heldur skuldi verið nýttur til menning av kommununi, og nú er tørvur á fólki við visiónum og loysnum at steðga gongdini, so okkara hart tjentu skattakrónur kunnu nýtast til menning av kommununi og ikki til rentur. Tískil er annað hjartamál mítt at steðga skeivu búskaparligu gongdini, ið sitandi meiriluti hevur ført.

Raðfesting av íløgum

Eg havi fylgt raðfestingunum av íløgum hjá Tórshavnar Kommunu, og eg haldi, at soleiðis, sum búskapurin í landinum sær út, so er neyðugt, at býráðið hyggur eftir sínum íløguætlanum og raðfestir tær íløgurnar, ið eru átrokandi og fremur hesar. Tískil er mítt ráð, at vit útseta Vesturskúlan, og nýta tey hølir, ið kommunan hevur í staðin, so býráðið kann nýta tær hart tiltrongdu íløgukrónurnar til økir, ið eru meira átrokandi. Talan er ikki um, at strika Vesturskúlan, tí hugskotið er neyðugt, men nú, verri útlit eru til framtíðina, eiga vit at hugsa um hvat tørvurin verður í framtíðini, og hvat vit hava mest átrokandi brúk fyri.

Umframt omanfyri nevndu hjartamál vil eg í skrivum fram til valið lýsa onnur týdningarmikil mál, ið eg meti skulu til fyri at menna Tórshavn, sum bý.

Eg vil við hesum skrivi heita á teg um at vísa mær álit til býráðsvalið, ið verður 13. november 2012.

Høgni Mikkelsen

Valevni Sambandsfloksins til

Tórshavnar Býráð