Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgni L. Højgaard á skúla í USA

Høgni L. Højgaard úr Saltangará er júst farin til Washington DC, har hann skal ganga eitt ár á Gallaudet university. Runavíkar Kommuna fegnast um, at borgarar í kommununi eisini leita sær út í heim at fáa sær útbúgving, og gjørdi tí hesa samrøðu við Høgna, áðrenn hann fór.

-Hvussu ber tað til, at tú fert á skúla í USA?

Eg havi leingi haft útlongsul, og tankin um at sleppa á Gallaudet University, ið er eitt Universitet fyri deyv í Washington DC er ein dreymur, sum nú gongur út. Eg fari eftir at læra ASL, tað er amerikanskt teknmál, enskt skriftmál og deyvamentan.

-Hvat er hetta fyri skúli/útbúgving? Og hvussu leingi tekur útbúgvingin?

Gallaudet er eitt universitet við fleiri linjum og torleikastøði, soleiðis at næmingar kunnu velja seg inn á tað økið, ið hevur teirra áhuga, t.d. málskeið ella jura o.s.v. Alt eftir hvat ein velur, er tíðin eisini ymisk, hvussu leingi ein er har. Mín ætlan er at ganga í skúlanum í eitt ár.

-Hvussu er bústaðarmøguleikarnir ísv. skúlan?

Ja, tað verður spennandi hjá mær at finna út av, hvussu eg komi at búgva. Tað einasta, eg veit, er, at tað eru kollegiir inni á skúlaøkinum. Eg rokni við, at eg skal búgva í tveymanskamari saman við onkrum øðrum. Hetta havi eg hoyrt frá øðrum ungum úr Danmark, ið hava verið á Gallaudet fyrr. So hetta verður eisini ein avbjóðing hjá mær.

-Hvat ætlar tú tær at nýta útbúgvinga úr USA til?

Eg eri útbúgvin snikkari, og vil fegin útbúgva meg víðari til bygningsteknikara seinni. Her rokni eg við, at nakað av tilfarinum verður á enskum, og tað vóni eg so at hava lært í USA. Eisini fari eg at hava tann fyrimun at kunna samskifta við onnur kring knøttin við ASL (American Sign Language), ið er tað teknmálið, sum flestu deyvu brúka sum felags mál, tá tey hittast tvørtur um landamørk.

-Hvussu eru útbúgvingarmøguleikarnir hjá deyvum í Føroyum og í Norðurlondum annars?

Hetta er ikki lætt at svara stutt, men útbúgvingarmøguleikarnir eru tengdir at samfelagshugburðinum, og hvørji virðir, man ynskir at hava í samfelagnum. Eg haldi, at sum heild er okkara samfelag jaligt, og vit deyvu hava tað gott. Men eg sakni nakrar prinsippavgerðir. T.d. hava vit øll rætt til at fáa útbúgving.

-Men hvat hendir, um tvey deyv ynskja at útbúgva seg samstundis?

So hava vit ein trupulleika, tí í Føroyum hava vit bert 2 tulkar, og tað er ikki nokk, um vit skulu hava somu møguleikar sum aðrir borgarar. Í Norra virka útbúgvingarrættindini soleiðis, at um ein deyvur søkir inn á útbúgving, útloysir hetta automatist teknmálstulkar, t.v.s at tulkar skulu setast at dekka tørvin. Sum heild er tað lættari at fáa útbúgving í hinum norðanlondunum, tí har eru fleiri útbúgvingartilboð - og eisini fleiri teknmálstulkar.

-Hvat kundu føroyska samfelagið gjørt fyri at betra um útbúgvingarmøguleikarnar hjá deyvum?

Hetta er eisini ein spurningur, ið er trupul at svara stutt. Men okkara politisku og útbúgvingarmyndugleikar kundu sett seg meiri inn í, at vit eru ein minnilutabólkur av deyvum føringum í Føroyum, sum altíð hava verið her og altíð koma at vera her, og sum hava serligar fortreytir fyri neyðini, um vit skulu fáa útbúgving í Føroyum. Hetta skuldi ikki verið so trupult.

-Hvørji ráð vilt tú geva øðrum, sum kanska genga við dreyminum um at fáa sær eina útbúgving, sum ikki fæst her í Føroyum?

Við tað at okkara deyvasamfelag er so lítið her í Føroyum, so haldi eg, at tey skulu út í heimin at fáa sær nakrar upplivingar og síggja, hvussu nógvir møguleikar veruliga eru. Tað er so nemt at fella í tað felluna her í Føroyum, at eg kann ikki - eg dugi ikki. Tey kunnu soleiðis møta øðrum deyvum, ið hava roynt ymiskt, og hetta kann geva teimum dirvi til at royna ymiskt sjálvi.

-Ert tú spentur at fara í skúla?

Eg eri øgiliga spentur, og gleði meg nógv til skúlan. Havi ferðast nógv í Evropa, men hetta verður ein heilt serlig avbjóðing fyri meg - at ferðast heilt til USA, og so eisini tað at skula royna at ganga í skúla har yviri, og at møta fólki úr øllum heiminum, tí næmingarnir koma allastaðni frá.

Akkurát nú eri eg mest bara spentur, men 8. januar, tá eg siti í flogfarinum, fari eg nokk at hava nógvar summarfuglar í búkinum.

Runavíkar Kommuna ynskir Høgna L. Højgaard blíðan byr tvørtur um hav og góða eydnu við útbúgvingini.

Kelda: www.ruanvik.fo