Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgni Hoydal rennur aftur undan ábyrgd

Enn einaferð hevur Høgni Hoydal verið í fjølmiðlunum við eini av sínum afturvendandi greinum, har hann viðgerð sambandspolitikk mótvegis fullveldispolitikki, og aftur hesaferð er greinin full av faktuellum feilum.

Hóast vit eru mong, sum ferð eftir ferð hava víst honum á skeivleikarnar í hansara pástandum, so tykist hetta ikki at rína við. Tvørturímóti sær út til, at hann vil sleppa at endurtaka hesar skeivu pástandirnar.

Avlopið var danskt
Høgni skrivar í nýggjastu greinini, at fullveldissamgongan frá 1998 – 2003 hevði yvirskot hvørt einasta ár og rindaði uttanlandsskuldina niður.

Her átti hann, fyri rættleikan skuld, at lagt afturat, at samlaða avlopið hesi árini var bara 2,6 milliardir krónur, hóast heildarveitingin úr Danmark í sama tíðarskeiði var meira enn 5 milliardir krónur (umframt aðrar ríkisveitingar, sum ikki eru partur av heildarveitingini). 

Tað vil siga, at hvør einasta króna, sum fullveldislandsstýrið spardi upp og hvør einasta króna sum bleiv brúkt til at gjalda skuld við, kom í landskassan sum heildarveiting úr Danmark. Og harumframt rindaði heildarveitingin 2,5 milliardir krónur fyri rakstrarútreiðslur hjá fullveldislandsstýrinum hesi árini, umframt at aðrar ríkisveitingar rindaðu annan almennan rakstur í samfelagnum.

Men hetta sigur Høgni ikki. Tvørturímóti skrivar hann, at Føroyar í hesum tíðarskeiðinum vóru á veg til at byggja eitt sjálvbjargi og sjálvstøðugt vælferðarsamfelag, sum vit sjálvi rindaðu fyri. 

Feilur í roknistykkinum
Tann næsti pástandurin í greinini hjá Høgna ljóðar soleiðis: ”Síðani vit tóku ábyrgdina í 2001 og gjørdu okkum leys av meiri enn helvtini av danska blokkinum, er okkara samlaði búskapur – t.e. øll tey virði, ið vit skapa sjálv – meira enn tvífaldaður.” 

Nú má eg spyrja: Hvussu roknar Høgni? Blokkurin var 995 mió. krónur í 2001 og lækkaði við 366 mió. krónum. Nær er 366 blivið meira enn helvtin av 995? Og hvat hendi við úrslitinum hjá landskassanum tá blokkurin minkaði? Avlopið í 2001 var 697 mió. krónur og í 2002 var tað 191 mió. krónur (áðrenn avdráttir vóru goldnir av lánum). Í 2003 var avlopið bara 22 mió. krónur – tað vil siga, at tað var ikki nóg stórt til at rinda fyri avdráttir. Er tað soleiðis vit skapa eitt ”sjálvbjargi og sjálvstøðugt vælferðarsamfelag, sum vit sjálvi rinda fyri?”

Eftir bert tveimum árum minkaði talið á botnlinjuni við ikki minni enn 675 mió. krónum, og nú situr høvuðskokkurin aftanfyri hetta átakið í andstøðu og fýlist at samgonguni, tí at eftir hansara tykki gongur tað ov seint við at fáa undirskotið burtur. - Hansara undirskot!

Hvat hevur Tjóðveldi gjørt?
Síðani fer Høgni tann vanliga túrin aftur í søguna, fyri at útleggja fyri føroyingum, hvør ið gjørdi hvat fyri rættiliga nógvum árum síðani. Ein slíkur túrur endar sjálvsagt altíð við eini niðurstøðu, sum passar inn í dagsskránna hjá ferðaleiðaranum. Soleiðis er eisini hesaferð. Men tað sum undrar meg er, at hesir túrarnir vísa altíð til tað sum ”tjóðskapar og fullveldisrørslan” hava gjørt. Hví vísir Høgni ikki heldur til Tjóðveldi? Er tað kanska tí at tey stóru gomlu tingini hendu áðrenn Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður, meðan tey nýggjastu eru umleið 40 ára gomul? Hvørji stór frambrot hevur Høgni at vísa á frá hansara egnu stjórnartíð, og hví eru tey ikki á listanum?

Tordi ikki at loysa
Høgni vísir á, at tað hevur kostað okkum nógv, at vit ikki eru fullveldi, og hetta sigur hann, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur ábyrgdina av. Men var tað ikki Høgni Hoydal, sum í 1998 varð valdur inn á ting og seinni í landsstýrið, við einum lyfti um, at hann skuldi skipa Føroyar sum fullveldi? Øll vita, at hann megnaði ikki uppgávuna, og er tað so sum hann nú sigur, at hetta hevur kostað Føroya landi milliardir, ja so má hann eisini taka ábyrgdina av, at hann ikki kláraði at skaffa okkum atgongd til hesar milliardirnar.

Hví gjøgnumførdi Høgni Hoydal ikki fullveldisætlanina, um hon var ein so stórur fíggjarligur vinningur? Hví lækkaði hann blokkstuðulin við ”bara” 366 mió. krónum? Hví tók hann ikki alt burtur, tá tað nú er so lætt og gott og leskiligt? Og til seinast: Hví skeyt Tjóðveldi upp í teirra alternativa fíggjarlógaruppskoti fyri 2015, at blokkstuðulin í ár skal vera 615 mió. krónur – eg meini so við... - hann skrivar um at fara til Danmarkar við húgvuni í hondini.

Jú løgmaður hevur rætt tá hann sigur, at Tjóðveldi hevur kostað okkum seks milliardir - sum man svara til millum 300.000 og 400.000 krónur fyri hvørt einasta húsarhald í Føroyum.

Helgi Abrahamsen