Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgni Hoydal er bumban undir vælferðini

Fantastiskt at hoyra Føroya dýrasta drong tala um, at onnur leggja bumbur undir framtíðar vælferðarsamfelagið

Hoyrdi tú formannin í Tjóðveldi í Útvarpinum nú um vikuskiftið?

Boðskapur hansara er, at "tað verður ein bumba undir vælferðarsamfelagið, um eldraøkið verður fíggjað, sum landsstýrið mælir til".

Í hesum eru vit samdir.

Tað er púra burturvið at knýta saman eldraøkið og forskatting av pensjónum.

Mítt tilmæli er, at forskattingin av pensjónum verður rullað aftur, tá onnur fólk taka við landsins leiðslu.

Pensjónsuppspararar skulu hava frið, og tey eldru skulu hava ein tryggan aldurdóm.

Tað er veruligur sambandspolitikkur.

Skil má koma á aftur.

Aftur til formannin í Tjóðveldi.

Hetta - at tað er júst Høgni Hoydal, sum ávarar um, at framtíðar vælferðin er í vanda - rópar til himmals.

Høgni Hoydal er jú sjálvur bumban undir føroysku vælferðini.

Saman við Anfinni Kallsberg er formaðurin í Tjóðveldi sjálv ímyndin av búskaparligum ábyrgdarloysi og manglandi vælferð.

Hann er persónliga upprunin til, at tað hvørt einasta ár mangla hundraðtals milliónir í inntøkum til landskassan.

Seinastu árini er skerjingin og fastfrystingin av ríkisveitingini sligin ígjøgnum við fullari megi. Hetta var atgerðin, sum fullveldislandsstýrið miðskeiðis í 00-unum framdi ódemokratiskt og sum tjóvur á nátt.

Politikkur Tjóðveldis er, sum kunnugt, at skerja og frysta upp aftur meira og soleiðis taka botnin undan vælferðarsamfelagnum.

At verandi samgonga rekur skeivan politikk, frítekur á ongan hátt Høgna Hoydal, Annfinn Kallsberg og Tjóðveldi fyri medábyrgd av teirri vanlukkuligu fíggjarligu støðuni, sum hitt almenna er í.

Øll, sum brúka sunna fornuft, síggja, at tað ber ikki til at reka fullveldispolitikk og samstundis hava eitt gott vælferðarsamfelag fyri øll.

Hesi bæði stríða náttúrliga ímóti hvørjum øðrum.

Har, sum pengar mangla, manglar eisini vælferð.

Tað, sum skal vera við til at tryggja eitt haldført føroyskt vælferðarsamfelag, er at økja inntøkurnar - ikki skerja tær - og so hetta, at fremja veruligar reformar í okkara landi. Teir mangla vit framvegis at síggja.

Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum er partur av vælferðarskipan okkara, og tað skal sjálvandi eisini styrkjast.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin