Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast Jensa, formaður í Hjartafelagnum, Jan, dagligur leiðari í frítíðarskúlanum, (við hjartastartaranum) tær báðar Nikolina og Kirstin frá Heilræði, og borgarstjórin.

Hjartastartari settur upp í Badmintonhøllini

Kommunan ætlar, at hjartastartarar skulu setast upp í øllum kommunalum bygningum, har nógv fólk koma saman.

Fyri stuttum varð nevnt í útvarpi, at umleið hundrað hjartastartarar eru settir upp ymsastaðni í landinum. Jensa Heinesen, forkvinna í Hjartafelagnum sigur, at hóast tað enn er ov lítið, so er tað eitt risastórt framstig, sum er hent seinastu árini.

Í gjár handaði borgarstjórin leiðsluni í Badmintonhøllini ein hjartastartara frá kommununi. Badmintonhøllin verður sjálvandi brúkt til ítrótt, men har er eisini frítíðarskúli og bólkurin 60+ hevur tvær vikuligar venjingar har. Starvsfólkini í høllini fara nú á skeið at læra at brúka startaran.

- Nógv arbeiðspláss eru eisini sera ófør at skúla starvsfólkið, tey útvega ikki bara ein hjartastartara, men tey senda fólk á skeið at læra fyrstuhjálp og at brúka hjartastartaran, sigur Jensa, sum sjálv venir við 60+ bólkinum

- Vit síggja eisini dømi um, at hjartastartararnir bjarga mannalívum. T.d. vórðu ársins fyrstuhjálparar kosnir fyri stuttum, og teir høvdu júst bjargað mannalívi við einum hjartastartara.

- Tað nyttar tíverri lítið, at hjartastartari er tøkur, um eingin er, sum veit hvar hann er, og hvussu hann verður nýttur, sigur Jensa Heinesen.

- Tað, sum kommunan ger nú við at seta hjartastartarar upp í øllum kommunalum bygningum, har nógv fólk koma saman, er heilt einastandandi, tí samstundis verða starvsfólkini skúlað. Hetta er tað mest avgerandi, tí hetta ger, at fólk gerast bevíst og hugsa skjótt og væl, skuldi vanlukkan hent, sigur Jensa Heinesen í stuttum práti.

Kelda: www.torshavn.fo