
Hjartastartari í Auto
Í samstarvi millum Auto og Suðuroyar Sparikassa er ein hjartastartari uppsettur í hølunum hjá Auto í miðbýnum í Havn.
Suðuroyar Sparikassi gevur og umsitur hjartastartaran, meðan Auto hýsir hjartastartaranum.
“Vit eru glað fyri at hjartastartarin er settur upp í Auto, tí vit liggja mitt í býnum og vit eru altíð til arbeiðis” – sigur Peter Hentze, Formaður, Auto.
Hvørt ár verða 35 føroyingar raktir av hjartatilburði í almenna rúminum ella heima, harav bara 2 yvirliva uttan viðgerð – avdúka altjóða hagtøl í mun til føroysk viðurskfitir. Hetta svarar til 5,7%. Verður hjartastartari brúktur innan 3 minuttir eftir tilburðin, yvirliva 70% eftir ein hjartatilburð – meðan sannlíkindini fyri at ein hjartastartari hjálpir minkar við 10% fyri hvørt minutt eftir hjartatilburðin.
“Hagtølini prógva hvussu stóran týdning tað hevur at fáa skjóta hjálp eftir ein hjartatilburð, og tí er tað gott at seta ein hjartastartara upp í miðbýnum í Havn, har ið nógv fólk savnast – serliga nú stundar til ólavsøku” – sigur Rúni Heðinson, Deildarstjóri, Suðuroyar Sparikassi.