Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hjartastartari er ein fullgóður stuðul í mongum førum, men er ikki trygd í sjálvum sær

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur sett munnligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum viðvíkjandi kravi um hjartastartara umborð á fiskiskipum.

1. Fer landsstýrismaðurin at áseta reglur, sum tryggja, at hjartastartari verður krav umborð á føroyskum fiskiskipum og skipum í føroyskum sjóøki?

Í viðmerkingunum, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður:

-Seinnu árini eru hjartastartarar vorðnir partur av gerandisútbúnaði hjá flestu stovnum hjá kommunum og landi, umframt at eisini privatar fyritøkur hava útvegað sær hjartastartarar.

Ein hjartastartari er ein fullgóður stuðul í mongum førum, men er ikki trygd í sjálvum sær, um ikki eisini frálæra í brúki av tólinum fylgir við, sigur løgtingsmaðurin at enda.