Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hjálparpakki 2 skal styrkja vinnulívið

Landsstýrið fer nú í Løgtingið við enn einum vinnuligum hjálparpakka.

Fleiri ítøkilig átøk eru í pakkanum. Høvuðsátøkini eru, at fyritøkur kunnu fáa fíggjarliga hjálp til rakstur, ein FAS-skipan verður stovnað fyri flogfeløg, ein serskipan verður stovnað fyri arbeiðandi fólkapensjónistar, og tollkredittur fyri innflutning verður útsettur. 

- Fyri at sleppa undan hóphúsagangi, tryggja álit á búskapin og at halda samfelagshjólunum koyrandi, er neyðugt við fleiri tiltøkum, ið hjálpa fyritøkum at rinda fastar útreiðslur, og sum gera tað høgligari at reka vinnu undir truplu íkomnu umstøðunum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Endurgjaldsskipanin til fyritøkur inniber í høvuðsheitum, at endurgjald verður rindað fyritøkum, ið hava stórt fíggjarligt tapt, orsakað av teimum tiltøkum, ið eru sett í verk fyri at tálma coronasmittuni.

Í summum vinnugreinum er eftirspurningurin minkaður burtur í einki. Inntøkurnar hjá fyritøkunum er meira ella minni burtur, samstundis sum fastar útreiðslur skulu rindast, og tað kann í ringasta føri elva til, at nógvar fyritøkur fara á húsagang.

- Við hesum átøkunum vilja vit forða fyri, at heilsukreppan fær óneyðuga harðar og drúgvar avleiðingar fyri føroyska búskapinum, sigur landsstýrismaðurin.

Treytir verða settar
Endurgjaldsskipanin fevnir um allar føroyskar fyritøkur, sum í tíðarskeiðnum 31. mars til 30. juni 2020 hava í minsta lagi 50 prosent afturgongd í søluni sammett við sama tíðarskeið í fjør. Fiskiskapur, aling, fiskavirkir o.l. eru ikki fevnd av skipanini.

Treytir fyri at fáa endurgjald eru m.a., at fyritøkurnar skulu ikki rinda út vinningsbýti næstu trý árini, og at samsýning til stjóra og leiðslulimir ikki er meira enn 600.000 kr. í ár.

Les meira um treytir o.a. í endurgjaldsskipanini her. Skipanin verður í gildi frá 1. apríl 2020 til 30. juni 2020.

Eisini verður ein FAS-skipan fyri flogfeløg stovnað. Flogvinnan er undir stórum trýsti, og tað er neyðugt at tryggja føroyskari flogvinnu kappingarførar karmar, tá ið hon aftur fer at taka dik á seg.

Hetta er næsti hjálparpakkin í røðini. Hjálparpakki 1 varð einmælt samtyktur í løgtinginum tann 18. mars, og hann innibar endurrindan av løn undir sjúku, ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, tiltøk at betra um likviditetin hjá fyritøkum, og garantiskipan fyri rakstrarfígging til fyritøkur.

HJÁLPARPAKKI 2
Fyritøkur fáa stuðul: Endurgjaldsskipan rindar ein part av føstu útreiðslunum hjá fyritøkum, sum hava mist ein stóran part av sínari inntøku. Skipanin fevnir um fyritøkur, ið hava mist í minsta lagi 50 prosent av umsetninginum. Fiskiskapur, aling, fiskavirkir o.l. eru ikki fevnd av skipanini. Rindað verður fyri 75 prosent av skjalfestum føstum útreiðslum sum húsaleiga, el, hiti, fjarskifti, rentur og trygging. Útgjaldið fyri hvørja fyritøku er í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin.

FAS-skipan fyri flogfeløg: Føroysk flogfeløg fáa endurgoldið 35 prosent av útgoldnu lønunum hjá flogfólki. Hetta fer at gera føroyska flogvinnu meira kappingføra við flogvinnuna í øðrum lágskattalondum, tá ið flúgvingin fer at taka dik á seg aftur eftir koronakreppuna.

Arbeiðandi fólkapensjónistar fáa ískoyti: Arbeiðandi fólkapensjónistar fáa sjúkradagpening, um heilsumyndugleikarnir senda ella mæla teimum til at fara í sóttarhald, orsaka av covid-19. Talan verður um í mesta lagi 500 krónur um dagin, eftirsum arbeiðandi fólkapensjónistar eisini fáa fólkapensjón og samhaldsfasta. Arbeiðandi fólkapensjónistar, sum eru fyri lønarmissi orsaka av covid-19, fáa eisini lønarískoyti. Hetta ískoytið verður í mesta lagi 58 krónur um tíman, eftirsum hesi fólk longu fáa fólkapensjón og samhaldsfasta.

Ítróttafólk verða partur av ALS-skipanini: Ymsar nágreiningar og tillagingar eru gjørdar í ALS-lógini. Ein broyting er, at skipanin verður víðkað til ein størri starvsfólkahóp, og ítróttafólk verða fevnd av stuðulsskipanini.

Tollkreditturin verður útsettur: Gjaldsfreistin at rinda tollkreditt verður longd við 90 døgum.