Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hjálparpakkarnir í Danmark eru longdir til 7. februar

Nú danska stjórnin hevur longt herdu avmarkingarnar í Danmark til 7. februar 2021, so eru hjálparpakkarnir somuleiðis longdir til 7. februar.

Dan Jørgensen, sum er virkandi vinnumálaráðharri í Danmark, ber í hesum sambandi fram, at tað hevur týdning fyri hann at leggja dent á, at so leingi avmarkingar eru í gildi, so er hjálp at heinta. 

Í sambandi við Covid-19 hava vit í Føroyum einans avmarkingarlóggávu, sum rakar matstovur, gistingarhús og skeinkistøð beinleiðis. Hesi fáa lut í hjálparpakka 3, um tey eru fevnd av honum. Tey, sum vera óbeinleiðis rakt, fáa einki, og restin av ferðavinnuni fær heldur einki. Helst tí føroyska strategiin tekur støði í tilmælum og ikki avmarkingum. 

Ferðavinnan í Føroyum fær ikki virka vegna avmarkingar og tilmæli í Føroyum og í Danmark. 

7. januar mælti løgmaður føroyingum frá óneyðugari ferðing, og 9. januar setti danska stjórnin nýggjar og strangari reglur um ferðing inn til Danmarkar og harvið Føroyar í gildi. 

Støðan er í løtuni tann, at ferðafólk hava ikki møguleika fyri at koma til Føroya, og hvør veit, nær Danmark linkar ferðaavmarkingarnar aftur. Tað er eingin ivi um, at føroyska ferðavinnan er skerd vegna avmarkingar. 

Ferðavinnan hevur nú einans heimamarknaðin at dúva uppá. Vit hava sæð, at føroyingar hava verið ídnir at ferðast í egnum landi og njóta tær tænastur, sum her eru í at velja. Tíverri er hetta ikki nóg mikið at halda ferðavinnuni uppi, og flestallar ferðavinnufyritøkur koyra við dundrandi undirskoti. 

Les eisini áheitan frá Ferðavinnufelagnum tann 21. desember 2020 um at bøta og leingja hjálparpakka 3:

Korona hevur fingið fastatøkur á ferðavinnuni (industry.fo)

 

Kelda: Hjælpepakker til dansk erhvervs- og kulturliv bliver forlænget i takt med restriktioner (em.dk)