Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hjálp, ráð og vegleiðing frá Krabbameinsfelagnum

Krabbameinssjúk, avvarðandi og onnur kunnu framvegis fáa hjálp, ráð og vegleiðing frá Krabbameinsfelagnum, hóast virksemi er skert orsakað av korona støðuni
 
Nú korona smittan ger um seg, fylgir Krabbameinsfelagið tilráðingunum frá føroysku heilsumynduleikunum. Fólk við krabbameini og tey sum fáa viðgerð fyri sjúkuna, kunnu gerast álvarsliga sjúk, um tey verða smitta við koronavirus. Tí eru tey ein ógvuliga útsettur bólkur. Vit hava tí latið aftur fyri øllum virksemi, har fólk koma á gátt ella savnast í bólkum, fyri at verja brúkaran móti smittu og fyri at minka um útbreiðsluna av korona. Hetta merkir tó ikki at vit steingja fyri øllum okkara virksemi.
 
Krabbameinsjúka kann ikki setast á ”pausu”, hóast støðan við koronavirus ger um seg. Sjúklingar og avvarðandi kunnu framhaldandi hava tørv á at fáa hjálp, ráð og vegleiðing. Nógvir spurningar kunnu koma upp at venda og summi eru bangin um støðuna, umframt at tørvur kann vera á at tosa við onkran. Sjálvt um okkara virksemi er skert, miða vit eftir at veita eina so góða ráðgeving og tænastu sum til ber. Tí ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við felagið fyri at fáa hjálp, ráð og vegleiðing. Vit svara á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo . Um telefonin er upptikin, ber til at leggja boð á telefonsvararan, og vit ringja teg upp aftur.